Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

- Lat okkum saman gera Reyðakrossbúðina til ein livandi part av okkara býi

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir  |  27.02.2025 - 13:59 Mentan Tíðindi

segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir millum annað í røðu sínari tá Reyðakrossbúðin lat upp á Torradøgunum. Vit prenta røðuna niðanfyri

 

 

Hetta er ein fantastiskur og spennandi dagur, nú nýggi endurnýtsluhandilin, Reyðakrossbúðin, letur upp her í Klaksvík. Handilin er staðsettur í Gamla Dávavirkinum, sum er fyrsta flakavirki, bygt í Klaksvík. Her hava nógv fólk arbeitt gjøgnum tídirnar, og eg eri ein av teimum. Ein so snotiligur og fjálgur handil, má eg siga.

Tá eg hugsi um Reyða Kross, hugsi eg um tað góða. Um at rætta eina hond út, har neyð er. Um tey mongu sjálvbodnu fólkini, sum vilja ger mun. Um felagsskapin. Og um tað ósjálvsøkna.

Hetta eru virðir, vit neyvan eru ósamd um. Virðir, sum vit øll mugu minnast til, tí hetta eru góð virðir, sum vit hava brúk fyri at halda fast í. Kanska serliga í hesum tíðum, tá kríggj herjar, polariseringin veksur og menniskja í størri mun hevur lyndi at søkja sítt egna. Reyði Krossur myndar alt tað øvuta av hesum – og minnir okkum á, at vit standa sterkari saman. At ein hjálpandi hond kann hava avgerandi týdning fyri okkara næsta.

Danski heimspekingurin, Løgstrup, skrivar í høvuðsverki um, at vit í okkara gerandisdegi altíð hava ein part av lívinum hjá øðrumí okkara hondum. At vit í hvørjum møti við onnur menniskju, hava eitt moralskt krav um at fara væl við øðrum menniskjum – ikki tí, at lógir ella reglur áleggja okkum tað, men tí sjálvt menniskjasambandið krevur tað. Hetta eru verkætlanirnar, sum Reyði Krossur fremur, eitt dømi um. Hvussu broytingar kunnu byrja í smáum stigum. Júst hetta er eisini endamálið við endurnýtsuhandlinum, sum Reyði Krossur rekur.

Í dag kunnu vit í Klaksvík gleðast um, at vit lata ein slíkan handil upp her í býnum. Hetta er eitt gott stig fyri okkara bý og fyri alt hjálpararbeiðið.

Endurnýtsluhandlarnar eru týdningarmiklar á so mangan hátt. Eitt nú innan fyri umhvørvið, har vit við at keypa og selja brúktar vøru,  minka um burturkast og nýtsluna av náttúrutilfeingi. Tí eitt tað mest dálkandi fyri náttúruna er framleiðslan av klæðum.

Síðani er tað stuðulin frá handlinum, sum fer til hjálpararbeiði – bæði her heima og úti í heimi. Talan er um alt frá mati til klædnahjálp til familjur, sum eru fíggjarliga sperdar - til vitjanartænastu fyri tey, sum eru nívd av einsemi -og- fyrstuhjálparskeið, ið kunnu bjarga lívum.

Harafturat er endurnýtsluhandilin eisini karmur um felagsskapin og sjálvboðið arbeiði, sum styrkir samanhaldið í okkara samfelag og gevur fólki møguleikan at gera mun.

Fyri okkum menniskju hevur tað stóran týdning, at vit hava staðir og felagsskapir, sum savna okkum. Og er Reyðakrossbúðin eitt gott  dømi um hetta. Samstundis ein áminning um, at øll kunnu gera mun.

Eg vil nýta høvið at takka øllum teimum/tykkum sjálvbodnu, ið hava arbeitt við at gera hendan handilin til veruleika. Uttan tykkara treytaleysa og ósjálvsøkna íkast, hevði hetta ikki borið til.

Fari eisini ynskja Anna Maria Joensen hjartaliga tillukku við nýggja starvinum sum virksemisleiðari. Havi arbeitt saman við Anna Mariu, tá eg var forkvinna í sosialu nevnd í Klaksvíkar Býráð, har hon var skrivari í nevndini. Mítt skoðsmál til tín Anna Maria, er, at tú ert ein eldsál, sum er avbera dugnalig, arbeiðssom og tú gert mun har tú ert.

Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya: Hjartaliga takk fyri tað stóra arbeiðið  og títt ágrýtni, ið er lagt í at gera henda handilin til veruleika

Eisini vil eg heita á øll í Klaksvík og Norðoyggjum um at stuðla og taka væl ímóti Reyðakrossbúðini. Við at gera tað, stuðla vit ikki bert umhvørvinum, men eisini teimum, ið hava tørv á hjálp.

Lat okkum saman gera Reyðakrossbúðina til ein livandi part av okkara býi, har vit í felag arbeiða fyri eini betri framtíð.

At enda fari eg at takka fyri, at eg slapp at siga nøkur orð á hesum hátíðardegi –  og  fari at enn einaferð  at  ynskja okkum øllum hjartaliga tillukku við nýggja handlinum-Reyðakrossbúðini og Harrans signing.

Takk fyri.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir

løgtingslimur

 

Mynd: Oliver Joensen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin í fiskivinnu- og samf…
Faroe Ship bjóðar inn til kunningartilta…
Altjóða Kvinnu­bønardagur 7.mars
Spæl føroykst vika á Soli Deo Gloria
Røktarfak­ligur dygdarmennari til Norðoya…
- Lat okkum saman gera Reyðakrossbúð­ina…
Steintór og Durita vitja Norðlýsið
Svimji­skúlin hjá Ægir er ársins átak
Miðbýurin tekur skap
Klaksvík­ingur tilnevnd til bókmentavirði…
KÍ spælir síðsta venjingardystin
Virkisleiðari: Vanlig starvs­fólk verða r…
GØ á G! – Vænta tað óvæntaða
HR í Føroyum hildið aðalfund og nevndin…
Búmerkjakapping
Býráðsskráin 27. februar
Steintór umhugsar at stevna Kringvarpið
Andras Sólstein um fastalávintssiðir
Samrøða við Karl Jacob Ósá Eliasen
Samrøða við Jóhanna á Tjaldrafløtti