Lýsing
Lýsing
Lýsing

Spæl føroykst vika á Soli Deo Gloria

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.02.2025 - 14:46 Mentan Tíðindi

Sunnudagin 2. mars kl.12 verður familjumøti á Soli Deo Gloria. Á familjumøti er øll familjan saman á møtinum, og máltíð er aftaná møtið. Tað, sum er øðrvísi komandi sunnudag er, at tey hava valt at vera við í Spæl Føroyskt vikuni, sum er í hesum døgum.

 

Á møtum kring landið er sera vanligt at syngja eina blanding av upprunaføroyskum og týddum sangum og kanska eisini enskum ella donskum sangum onkrastaðni.

Men fleiri samkomur eru signaðar við nógvum tónasmiðum, og tí finst nógv upprunafrøoyskt tilfar í samkomunum.

So tá ið Soli Deo Gloria sunnudagin 2. mars hava møti, so verður tað bert sungið upprunaføroyskt tilfar. Men tey hava valt at tikið tað eitt stig longur, og tað vera bert sangir, sum fólk við tilknýti til samkomuna, hava skrivað.

“Í Soli Deo Gloria eru vit signað við so nógvum sangskrivarum, at vit hava ongan kjans at syngja allar sangirnir, sum fólk her hava skrivað. Men eg haldi tað er gott, at vit varpa ljós á upprunatilfarið, sum er skrivað í samkomunum, tí tað er á einum høgum støði og tað ber ein boðskap til okkum føroyingar. Skrivað av føroyingum, til okkum føroyingar at syngja á føroyskum.” sigur Hallgerð Akurstein.

“Vit hoyra ofta at Klaksvík hevur eitt serligt pláss í tónleikasøguni her á landi. Og tað halda vit, at Klaksvík eisini hevur, tá ið tað kemur til kristiligar sangir.” sigur Hallgerð Akurstein.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin í fiskivinnu- og samf…
Faroe Ship bjóðar inn til kunningartilta…
Altjóða Kvinnu­bønardagur 7.mars
Spæl føroykst vika á Soli Deo Gloria
Røktarfak­ligur dygdarmennari til Norðoya…
- Lat okkum saman gera Reyðakrossbúð­ina…
Steintór og Durita vitja Norðlýsið
Svimji­skúlin hjá Ægir er ársins átak
Miðbýurin tekur skap
Klaksvík­ingur tilnevnd til bókmentavirði…
KÍ spælir síðsta venjingardystin
Virkisleiðari: Vanlig starvs­fólk verða r…
GØ á G! – Vænta tað óvæntaða
HR í Føroyum hildið aðalfund og nevndin…
Búmerkjakapping
Býráðsskráin 27. februar
Steintór umhugsar at stevna Kringvarpið
Andras Sólstein um fastalávintssiðir
Samrøða við Karl Jacob Ósá Eliasen
Samrøða við Jóhanna á Tjaldrafløtti