Lýsing
Lýsing
Lýsing

Røktarfakligur dygdarmennari til Norðoya Bú- og Heimatænastu

SKRIVAÐ: NBH  |  27.02.2025 - 14:40 Tíðindi

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, sóknast eftir røktarfakligum dygdarmennara at byrja 1. apríl 2025 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fast starv fulla tíð.

 

Endamálið við starvinum er miðvíst at menna dygdina í tænastunum, skipa karmarnar samsvarandi og stuðla til, at NBH er eitt gott fakligt arbeiðspláss.

Dygdarmenning er liður í visjónsarbeiðnum hjá NBH. Í visjónini er eitt høgt fakligt støði

sett sum fyritreyt fyri, at virksemið kann vera eldri borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

Visjónsorðingin hjá NBH sæst á heimasíðuni: www.nbh.fo/nbh

Uppgávurnar fevna millum annað um:

  • At undirvísa starvsfólkum, bæði í smærri og størri høpum
  • At stuðla undir menning av fakligum førleikum og etiskum umhugsi hjá starvsfólkum
  • At luttaka í læringsstøðum, tá ið talan er um torgreiddar støður
  • At tryggja rættar arbeiðsgongdir, og at starvsfólk kenna og arbeiða eftir mannagongdum hjá NBH
  • At skipa fyri innleiðslu og vera við til at undirvísa nýggjum starvsfólkum
  • At tryggja, at búeindir lúka lógar- og eftirlitskrøv
  • At tryggja góða og rætta skjalfesting

 

Førleikakrøv og karmar

Til starvið krevst prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur. Kliniskar royndir og eftirútbúgvingar innan gerontologi/geriatri ella onnur viðkomandi økir kunnu vera ein fyrimunur.

Arbeitt verður í tøttum samstarvi við deildarleiðarar á búeindunum, fakliga samskiparan/varastjóran og stjóran í NBH. Sí nærri kunning um tænastur og eindir á heimasíðuni www.nbh.fo.

Umframt góð evni at samstarva og samskifta, verður eisini væntað, at tú megnar sjálvstøðugt at taka stig til at ganga undan og skipa menningararbeiði. Virkisfýsni, hugur til nýggjar avbjóðingar og evni at kveikja eina góða og jaliga tilgongd í menningararbeiðnum eru somuleiðis týðandi eginleikar.

Eisini verður væntað, at tú dugir at orða teg í skrift og talu og hevur KT-førleika á brúkarastigi.

 

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Sólgerð Hvidbro, fakligan samskipara/varastjóra fyri NBH, á tel. 793400, yrkadagar millum kl. 10-15 ella við telduposti til solgerdh@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya

Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.

 

Umsóknarfreistin til starvið er 20. mars 2025.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin í fiskivinnu- og samf…
Faroe Ship bjóðar inn til kunningartilta…
Altjóða Kvinnu­bønardagur 7.mars
Spæl føroykst vika á Soli Deo Gloria
Røktarfak­ligur dygdarmennari til Norðoya…
- Lat okkum saman gera Reyðakrossbúð­ina…
Steintór og Durita vitja Norðlýsið
Svimji­skúlin hjá Ægir er ársins átak
Miðbýurin tekur skap
Klaksvík­ingur tilnevnd til bókmentavirði…
KÍ spælir síðsta venjingardystin
Virkisleiðari: Vanlig starvs­fólk verða r…
GØ á G! – Vænta tað óvæntaða
HR í Føroyum hildið aðalfund og nevndin…
Búmerkjakapping
Býráðsskráin 27. februar
Steintór umhugsar at stevna Kringvarpið
Andras Sólstein um fastalávintssiðir
Samrøða við Karl Jacob Ósá Eliasen
Samrøða við Jóhanna á Tjaldrafløtti