Lýsing
Lýsing
Lýsing

Video: Elddópurin við Tjarnir endaði við flottum javnleiki

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  12.03.2025 - 23:20 Ítrottur Tíðindi

Í kvøld var fyrsti landsdysturin við Tjarnir frammanfyri yvir 3000 áskoðarum.

Stórhøllin tók seg væl út við spentu áskoðarunum, tá Føroyar-Holland komu á vøllin. Umstøðurnar í høllini eru sera góðar á nógvum økjum. Føroyska liðið gav áskoðarunum ein minniligan dyst móti sterkasta liðnum í bólkinum, Hollandi. Í fyrra hálvleiki vóru Føroyar greitt omaná og førdu við fýra málum í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki vendi alt á høvdið, og síðsta part av dystinum lá tað meir til Holland at vinna. Men í síðsta sekundi javnaðu Føroyar til úrslitið 32-32. Mongu áskoðararnir kundu fara glaðir til hús, tó at teir í hálvleikinum kanska vóru farnir at fyrireika seg til ein sigur. Síðsta partin av dystinum vóru heimaáskoðararnir sera mælskir, og tað hjálpti kanska til, at heimaliðið kom afturíaftur.

Stórhøllin fekk eina góða byrjan, og hetta var fyrsti minniligi dysturin í henni. Niðanfyri sást videobrot av tveimum av stópru løtunum frá dystinum. Tá føroyski tjóðsangurin var sungin og tá Føroyar javnaðu til 32-32 í síðstu sekundunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyingar­nir komnir á vøllin
Hvussu dagarnir longjast
Vit lata upp í nýggjum hølum
Tøkk - Hergar Torbjarnarson Hansen
Maria Corina Machado givið Trump friðarh…
Gott veður í Klaksvík
Upptakt til EM 2026
ÍtróttaFAGNAÐU­RIN í Varpinum í Klaksvík
Bátarnir fáa nógvan fisk
Við í Snipp Snapp
Blue Water Shipping yvirtekur fraktvirks…
Sera nógvar bíleggi­nar á KG
Oddvør Josephsen sett tvey føroysk met
Badminton: Føroyska landsliðið skal til…
Listasavnið fekk stórfingna gávu
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
Borgar­stjó­rin ger status
NámX úr Tórshavn á vitjan
Tey hugna sær á skoytubreytini
Leikarakall (Casting Call) til mytiskan…