Lýsing
Lýsing
Lýsing

Blátt Gras við nýggjari fløgu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.03.2025 - 08:13 Mentan Tíðindi

Blátt Gras gevur í hesum døgum nýggja fløgu út, ið kallast Veðurmaðurin. Hon er upptikin í Crossroad Studio, Asheville.

 

Hetta er triðja fløgan, sum bólkurin hevur innspælt í hesum víðagitnu upptøkuhølum, og hon bjóðar áhoyrarunum eina frískliga tónlistarliga uppliving við djúpum røtrum í bluegrass og fólkatónleiki. Ein fløga við hjarta og sál.

Útgávan fevnir um 10 upprunaløg, øll skrivað av limunum í Blátt Gras. Við sínum serliga ljóði, fangandi søgum og góðum harmonium hava teir skapað eitt sterkt og autentiskt ljóð við sínum serføroyska Americana, Gospel og Bluegrass stíli.

Húsin er gjørdur av Anna og Annað og forsíðan er ein málningur, ið Livar Nysted hevur málað.

Bólkurin arbeiðir í løtuni við at skipa fyri útgávukonsertum, har møguleiki verður at keypa fløguna.

Ein brellbiti av fløguni er at hoyra á Facebook vanganum hjá Blátt Gras.
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyingar­nir komnir á vøllin
Hvussu dagarnir longjast
Vit lata upp í nýggjum hølum
Tøkk - Hergar Torbjarnarson Hansen
Maria Corina Machado givið Trump friðarh…
Gott veður í Klaksvík
Upptakt til EM 2026
ÍtróttaFAGNAÐU­RIN í Varpinum í Klaksvík
Bátarnir fáa nógvan fisk
Við í Snipp Snapp
Blue Water Shipping yvirtekur fraktvirks…
Sera nógvar bíleggi­nar á KG
Oddvør Josephsen sett tvey føroysk met
Badminton: Føroyska landsliðið skal til…
Listasavnið fekk stórfingna gávu
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
Borgar­stjó­rin ger status
NámX úr Tórshavn á vitjan
Tey hugna sær á skoytubreytini
Leikarakall (Casting Call) til mytiskan…