Lýsing
Lýsing
Lýsing

Talgild Refleksjón fyri sjúkrarøktarfrøðingar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.03.2025 - 13:03 Tíðindi

Seinastu árini hevur Sjúkrarøktaretiska Ráðið (SER) sett fokus á refleksjón, sum eitt lyklaamboð til at økja um etiska tilvitið hjá sjúkrarøktarfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðilesandi og leiðarum. Umframt at  styrkja førleikarnar at handfara etiskar avbjóðingar, kann refleksjón eisini vera ein háttur  at forða fyri ella minka um moralska strongd, umsorganarmøði og ráan.

 

Seinasta átakið hjá SER er Talgilda Refleksjónin, sum er grundað á royndir úr Noregi.

Endamálið er tvíbýtt:

  • At gera refleksjónina lættari atkomuliga og stuðlandi fyri einstaka sjúkrarøktarfrøðingin og harvið styrkja tilvitið um og hegni til at reflektera.
  • At geva SER betri innlit í, hvørjar etiskar avbjóðingar sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum standa í, soleiðis at átøkini hjá Ráðnum kunnu málrættast enn betri.

Talgild refleksjón hevur fleiri fyrimunir, sum bæði kunnu gagna sjúkrarøktarfrøðingunum og arbeiðsumhvørvinum. Ein av týðandi fyrimununum er, at skipanin er lætt atkomulig – hon kann nýtast nær sum helst og á ymiskum tólum, sum fartelefon, teldu ella teldli. Hetta ger tað lættari hjá teimum at luttaka í etiskari refleksjón, hóast nógv er at gera.

 

Anonymitetur og tryggleiki í refleksjónini

Tað er týdningarmikið, at sjúkrarøktarfrøðingurin kann svara dulnevndur. Hetta gevur størri frælsi til at seta orð á etiskar avbjóðingar, sum kunnu vera truplar at umrøða opið, eitt nú atburð hjá starvsfeløgum ella leiðslu, sum ikki er í samsvar við fakligu virðini. Tryggleikin í at kunna viðgera viðkvæm evni uttan ótta fyri avleiðingum ger tað møguligt at fáa eitt meira realistiskt innlit í tær veruligu etisku avbjóðingarnar á arbeiðsplássunum.

Tá nógv er at gera ella tá alt bara gongur eftir eini rutinu, er vandi fyri, at etiskar avbjóðingar ikki verða viðgjørdar ella yvirhøvur tiknar fram. Við at brúka talgilda refleksjón gerast hesar støður sjónligari og geva eina greiðari heildarmynd av etikki í verki.

 

Dáta og málrættað etisk kjak

Dáta savnað gjøgnum talgilda refleksjón kann avdúka ymisk mynstur í avbjóðingum, sum ganga aftur. Sjúkrarøktaretiska Ráðið viðgerð innkomnu refleksjónirnar og út frá mynstrunum sum vísa seg,  lýsir SER  etisku tvístøðurnar úr ymiskum sjónarhornum við støði í etiskum ástøði og virðum. Hesar lýsingar leggur SER út á almennu pallar okkara til gagns fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar. Dáturnar kunnu eisini vísa á ymiskar samanhangir, t.d.  nær,  hvar og undir hvørjum umstøðum etiskar avbjóðingar koma oftast fyri. Harumframt kunnu tær staðfesta sambond millum ymiskar faktorar, so sum arbeiðstrýst og etiskt truplar støður. Henda vitan ger tað møguligt hjá leiðsluni í sjúkrarøktini at taka ítøkilig stig til at taka hond um hesar avbjóðingar og harvið stuðla bæði einum góðum arbeiðsumhvørvi og einari dygdargóðari sjúklingaumsorgan.

Økta vitanin kann eisini nýtast til at skipa málrættaðar verkstovur fyri etikk-kveikjarar og etiskar refleksjónsfundir á arbeiðsplássunum. Við støði í dátunum ber til at varpa ljós á tær etisku avbjóðingarnar, sum serliga gera seg galdandi á einstøku arbeiðsplássunum. Hetta kann menna etisku tilvitanina hjá starvsfólkunum og styrkja teirra førleikar at handfara etiskar trupulleikar í dagliga arbeiðinum

Vit vóna, at sjúkrarøktarfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðilesandi í Føroyum taka væl ímóti tilboðnum um talgilda refleksjón.

Leinkjan verður send út frá FFS til allar sjúkrarøktarfrøðingar.

Tað ber eisini sjúkrarøktarfrøðingum og sjúkrarøktarfrøðilesandi til, at skriva til  etikkur@sjukrarokt.fo og fáa leinkjuna tann vegin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fípan Fagra flotað
Føðingardagshald í Skálkur Klaksvík
Nýggjur stjóri settur fyri GroAqua sam…
Dávið Ryan dómari í EM kapping í flogból…
Ummæli: 'Bakka' ein heimildarfilmur um B…
Flaggdagshald í Vágstúni
Virkin saman og hugbundin
At vera skóti gevur lærdóm fyri alt lívi…
KRF: Opið neyst í dag kl. 17
Ribarhús í Fuglafirði
Havnin ímóti Klaksvík í Bónus steypaf­ina…
Møgulig Liverpool meistaraveitsla í Royk…
Lítla Luks er ein dreymur vorðin verulei…
Fjølmiðlar, fólkaræði og fávitska
Jógvan Andrias Eliasen verður 85 ár
Endur­nýtslan stongd flaggdagin
Atlantic Airways 27 mió. í avlopi í 2024
Lasse Klein heldur flaggrøðu í Klaksvík
Virkin spurnarkapping
 Takk til politisku skipanina