Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nógv rokan og fiskur kring Nónhamar

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  17.03.2025 - 14:17 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Leygardagin og í gjár, sunnudagin var stórt arbeiðið gjørt við eini roynd at flyta Nónhamar, (Helenu) á grynnri vatn, enn har hon var søkt fyri fyri stuttari tíð síðani.

Umborð á alibáti hjá Bakkafrost var manning frá Faroe Dive, Kav og fleiri til arbeiðis leygardagin og sunnudagin, at gera klárt til Norðborg at lyfta Nónhamar upp frá havsins botni aftur og flyta hann eitt vet nærri har Reynsmúli liggur.

Men tað kravdi stórt arbeiði við ketum og trossum. Til tað var manningin á alibátinum sera roynd í slíkum arbeiði, men sjálvandi er tað ikki løtuverk art arbeiða við slíkum tungum tilfari.

Wilhelm Hansen frá kav stóð fyri planleggingini saman við Janus Joensen, ímeðan Wilhelm, saman við fólki sínum stóð fyri tí praktiska umborð. Leygardagin var tjúkk keta løgd kring allan Nónhamar á botni og harafturat var ketan fest ymstastaðni kring alt skipið. Sunnudagin vóru so tjúkkir trossar spleysaðir saman og bundnir í ketuna á fýra støðum og teir fýra endarnir vóru so handaði Norðborg tá hon kom á Borðoyarvík at gera arbeiðið.

Tað sýntist at ganga væl at fáa Nónhamar uppfrá botninum, men eftir at skipið varð flutt nakað, slitnaðu endarnir hjá Norðborg. Men tó menn meta at Nónhamar hevur flutt seg so mikið langt, at tað nú er lag á manni hjá Faroe Dive at brúka Nónhamar í útbúgvingini eisini av slangukavarum.

KAV hevði eisini dronur niðri á botni í gjár, og myndir frá teimum vístu at sera nógvur fiskur støðast við Nónhamar har hann liggur á umleið 20 metra dýpi nú.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Plakatir - Arnold Vegghamar
Kunningarfundu­rin fluttur í Miðhøll­ina á…
Enskt-lærari til Sjónám
Marglætis skúli við marglætis avbjóðing
Nógv rokan og fiskur kring Nónhamar
Hugaligt í Norð­havnini
Norðborg settið á vrakið av Helenu
Send okkum títt hugskot!
Veiðubann fyri makrel og sild í 2028!
Almanna­verkið fimmti ára stovningardag:…
Elinborg Lützen innan skúlagátt
Kunningarfundur um nýtt hondbólts­felag í…
Klaksvík­ingar fegnaðust eftir sigurin
Rimmar avrik móti Niðurlondum
KÍ vann tryggan sigur í Gundadali
Veðrið í vikuni
Gadus siglir heim
Upptakt: B36-KÍ
Bronsa til Mjølnir eftir at Fleyr vann á…
Yvirlýsing frá Felagnum Føroyskir Sjúkra…