Lýsing
Lýsing
Lýsing
Barna- og undirvísingarmálaráðharrin í Danmark, Mattias Tesfaye, vil fegin hava meira disciplin í fólkaskúlaflokkarnar aftur. Hetta skal gerast við at geva lærarunum fleiri heimildir, eisini til at fara fysiskt til verka. | Mynd: Emil Nicolai Helms / Ritzau Scanpix.

Ráðharri vil geva lærarum nýggjar møguleikar at halda skil á

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.03.2025 - 14:24 Mentan Politikkur Tíðindi

Mattias Tesfaye, undirvísingarráðharri í Danmark, vil geva lærarunum nýggjar møguleikar í flokshølinum fyri at sleppa undan ”Lord of the Flies”-óskili. Hann vil hava "genskabt autoriteten", sum hann orðar tað, t.e. geva lærarunum meira myndugleika, tí tað er ov torført at halda skil á flokshølinum í dag. Men trupulleikin er ikki vantandi myndugleiki, sigur forkvinnan í ”Skole og Forældre”.

Har er alt ov stórt fokus á einstaka næminginum og alt for lítið fokus á flokkin sum heild, sigur Mattias Tesfaye, ið sigur seg vera til reiðar at broyta lóggávuna, so at lærarar og námsfrøðingar kunnu fara fysiskt til verka við næmingum, sum oyðileggja undirvísingina fyri onnur. Hetta sigur hann, eftir at Berlingske hevur avdúkað, at 1.178 næmingar eru burturvístir frá skúla sínum seinastu tvey árini vegna harðskap.

– ”Fyrst skal man arbeiða fyribyrgjandi og tosa við børnini. Men um tey ikki vilja gera tað, sum tey vaksnu siga, er tørvur á, at lærarin kann vera ein myndugleiki og endurskapa frið og skil í flokkinum”, sigur hann, og leggur afturat: ”Hetta merkir til dømis, at man kann taka í næmingin og føra hann upp til skúlastjóran”.

Mattias Tesfaye grundgevur hetta við, at seinnu árini er hend ein øking í ófriðinum í fólkaskúlunum. Millum orsakirnar eru fartelefonin og nýggi foreldraleikluturin. Eisini vita næmingarnir ov illa, nær og hvussu teir kunnu fara inn og steðga næmingum, sum elva til ófrið. Í løtuni kunnu lærararnir bara fara fysiskt til verka, um talan er um annaðhvørt neyðstøðu ella neyðverju, sigur ráðharrin. Tað kann til dømis vera, um næmingurin skaðar seg sjálvan ella onnur. Her heldur Tesfaye, at lærararnir skulu fáa rætt til meira enn í dag.

”Skole og Forældre” eru ósamd

Í áhugafelagsskapinum Skole og Forældre, sum er eitt bindilið millum skúlastýri og foreldur at børnum í fólkaskúlanum, er tey ikki bara glað fyri, at ráðharrin kemur við hesum, sigur formaðurin, Regitze Spenner Ishøy. Har ráðharrin kallar tað fyri ”lina námsfrøði” at siga, at ein lærari altíð skal megna at tosa seg út úr øllum ófriðarstøðum, heldur Regitze Spenner Ishøy, at tað er positivt, at næmingarnir uppliva líkavirði í flokkinum. Men lærarar eftirlýsa, hvat teir kunnu gera, sigur hon eisini.

– ”Vit skulu ikki aftur til (fysiskar) revsingar. Fysiskt at taka í eitt barn er ein valdsgerð, og tað eigur bert at vera seinasti útvegurin. Ófriðurin er tekin um, at skúlaskipanin er undir trýsti”, sigur hon.

Vit skulu ikki aftur til Blomme lektara

Mattias Tesfaye leggur dent á, at vit ikki skulu aftur til tíðina við spanskrørum og kropsligum revsingum. Heldur skulu vit hyggja at Noregi, har lærararnir hava fingið rættin at leggja uppí fysiskt, og hann leggur eina við, at vit skulu hava tunguna mitt í munninum, tá lóggávan verður broytt. Er ongin myndugleiki í flokkinum, enda vit sum í Lord of the Flies, sum er ein ensk skaldsøga um strandað børn, sum enda við at kríggjast beinleiðis á eini oydnari oyggj.

Mattias Tesfaye trýr ikki, at loysnin er at blaka meira pengar eftir trupulleikanum. Hann heldur, at lærarar við størri myndugleika kunnu gera, at færri næmingar verða burturvístir. Tí tá lærararnir og námsfrøðingarnir ikki kunnu grípa inn, so bakka teir í staðin, og so eskalerar trupulleikin, heldur hann.

Kelda og víðari lesnaður: TV2

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fípan Fagra flotað
Føðingardagshald í Skálkur Klaksvík
Nýggjur stjóri settur fyri GroAqua sam…
Dávið Ryan dómari í EM kapping í flogból…
Ummæli: 'Bakka' ein heimildarfilmur um B…
Flaggdagshald í Vágstúni
Virkin saman og hugbundin
At vera skóti gevur lærdóm fyri alt lívi…
KRF: Opið neyst í dag kl. 17
Ribarhús í Fuglafirði
Havnin ímóti Klaksvík í Bónus steypaf­ina…
Møgulig Liverpool meistaraveitsla í Royk…
Lítla Luks er ein dreymur vorðin verulei…
Fjølmiðlar, fólkaræði og fávitska
Jógvan Andrias Eliasen verður 85 ár
Endur­nýtslan stongd flaggdagin
Atlantic Airways 27 mió. í avlopi í 2024
Lasse Klein heldur flaggrøðu í Klaksvík
Virkin spurnarkapping
 Takk til politisku skipanina