Lýsing
Lýsing
Lýsing
Rannvá B. Andreasen í viðtalu við Norðlýsið í Varpinum fyrrapartin | Mynd: Oliver Joensen

Sjey KÍ-leikarar við til EM-endaspælið hjá U17-gentum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen, Myndir: Oliver Joensen  |  26.03.2025 - 15:13 Ítrottur Tíðindi

Norðlýsið var til staðar til U17-lutakastið í Varpinum og hitti har Rannvá Andreasen, sum í ein kvinnualdur hevur spælt fótbólt á hægsta føroyska stigi. Vit spurdu hana, hvussu kenslan var av at standa við hondini í bollanum og draga liðini, og um nervar gjørdu seg galdandi tá.

 

– ”Hetta var stuttligt. Hetta er nakað, sum man hevur hugt at fleiri ferðir, tá ið ein hevur skulað spælt við í Champions League, so tað var stuttligt at sleppa at vera partur av tí. Eg var eitt sindur bangin fyri at missa onkra kúlu ella ikki klára at toga pappírið upp, nú øll eygu vórðu vend ímóti mær, men tað spældi heilt væl av”, sigur Rannvá skemtandi, sum jú er von við at levera vøruna og ”performa” undir trýsti, tá á stendur. Um sjálvt lutakastið sigur hon:

– ”Hatta eru øll rættiliga góð lið og við heilt góðum spælarum, sum koma til Føroya. Vit tosa um heimsklassaspælarar. Av tí sama er tað ikki so týdningarmikið, júst hvør møtist, tí tey londini, vit draga, eru sera sterk. Man kann kanska hugsa, at Polen og Eysturríki eru veikastu liðini, men tey hava altso sligið Týskland og England út. Tær, sum koma til Føroyar, eru tær bestu, óansæð hvaðani tær koma”, sigur Rannvá.

Næsti spurningurin til livandi legenduna er, um tað ikki kriblar eitt sindur eftir at vera í gaggunum hjá U17 nú:

– ”Jú, heilt avgjørt. Eg hugsi ofta, at hevði eg bara verið 20 ár yngri, so kundi eg verið við til hetta her. Eg veit, at genturnar vita, hvussu stórt hetta er, men eg vóni eisini, at tær fara at hava tað stuttligt, njóta løtuna og ikki vera bangnar fyri spæla dystin. Tær eiga at gloyma alt rundanum og vera í løtuni, og tað vóni eg, at tær gera. Føroyskur fótbóltur hevur flutt seg nógv, síðani eg var 17, tí tær spæla næstan alla tíðina. Tær byrja longu sum 15-ára gamlar at spæla altjóða dystir. Hjá okkum spældu vit ein tílíkan dyst, og síðani var ongin aftur fyrrenn 3 ár seinni. Nú eru genturnar í gongd alla tíðina, og tær vita, nær og hvørjum tær møta, og kunnu síggja videoklipp av dystunum og so framvegis. Tempo’ið er væl hægri, enn tær eru vanar við; tað vita tær eisini”, sigur Rannvá Andreasen. Um støðið innan føroyskan gentu- og kvinnufótbólt sigur hon:

– ”Har eru rættiliga nógvir nýggir spælarar, sum eru góðir. Individuelt duga tær rættiliga væl; og tær eru kanska serliga góðar offensivt. Eg vóni eisini, at tær hava tað, sum skal til í tí defensiva. Um vit hyggja at lokala vinklinum (sum Norðlýsið spyr eftir, blðm.), so eri eg aktiv á venjarasíðuni hjá KÍ-kvinnum, og har gongur væl. Vit hava bæði ungar leikarar og eldri, sum hava verið við í fleiri ár, og tær eldru fara heilt vist at taka eina eyka hond um tær ungu til eina stóruppgávu sum hesa, so at tær eru klárar bæði fysiskt og mentalt, tí hetta fer at krevja øgiliga nógv av teimum”, sigur Rannvá, og leggur afturat:

– ”Eg haldi, at tað er uppgávan hjá okkum øllum í felagnum at hjálpa okkara U17-leikarum. Á hesum árganginum eru heilt nógvar KÍ-gentur; tær eru ikki færri enn 7 í hesum hópinum, og tað er heppið, tí okkara felag kann avgjørt hjálpa teimum. Tí ikki minst fer KÍ eisini at njóta gott av, at bæði offensivir og defensivir KÍ-leikarar eru úttiknar til U17”, sigur Rannvá Andreasen, og vit runda av við at spyrja hana um væntaða úrslitið:

– ”At fáa eina góða byrjan hevur nógv at siga. Bæði hvussu tær koma inn til ein dyst, men eisini hvussu kappingin hjá teimum fer at byrja. Um tær megna at standa ímóti trýstinum, vænti eg, at tær væl kunnu fáa góð úrslit. Tær kunnu saktans yvirraska, tí vit hava nógvar góðar offensivar leikarar; vit kunnu væl fáa okkurt gott úrslit inn ímillum”, sigur Rannvá at enda við Norðlýsið.       

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kós & ferð
KÍ kvinnur - 07Vestur - 8-0
Lívsins loyndarmál           
J&K Petersen staðfestir góðu gongdina
Umsetningu­rin høgur meðan yvirskotið tód…
- Sjókovin byggir brýr
Myndarøð: Ráðstevna um fiski- og alivinn…
Veðrið um vikuskiftið
KÍ hevur økt talið av U17-lands­liðsleika…
Ritsalon í Gallarí Havnará
Fiski­skapur  -frøði og vitan
Søkjast kann eitt aliloyvi at ala á sjób…
Søkjast kann um aliloyvi at ala lívfisk…
Nýrafelagið boðar til aðalfund
Ummæli: Tá hvørt ljós líkist tær
Kommunu­felagið hevur aðalfund
Mjølnir vendi 0-2 til 3-2 og vann sjeynd…
Neyðtilbúgving undir arbeiðssteðgi
Mjølnir bussurin koyrir av Sandinum kl 1…
Mjølnir vaflur í Mylnuhúsinum