Ritsalon í Gallarí Havnará
Komið á Ritsalon og prátið um yndisbøkur og lesiupplivingar í Gallarí Havnará fríggjakvøldið 28. mars kl. 21
Í januar hevði Rithøvundafelagið eina sera vælumtókta Ritsalon um yndisbøkur og spurt var, um vit ikki fóru at endurtaka hetta. Tað gera vit so nú!
Í samstarvi við Gallarí Havnará hevur Rithøvundafelagið fríggjakvøldið hugnaliga ritsalon við evninum Yndisbøkur.
Tey allarflestu hava eina yndisbók (ella kanska fleiri), sum tey venda aftur og aftur til, lesa umaftur við jøvnum millumbilum, ella kanska bara hugsa um, meðan lívið hendir.
Fimm høvundar siga eitt sindur um eina av sínum yndisbókum.
Aftaná er gólvið opið fyri øll, sum hava hug at siga frá um eina av sínum yndisbókum. Eisini kunnu vit sita í hugnaliga gallarínum og práta um okkara yndisbøkur.
Tey sum fara at siga frá eini yndisbók eru:
- Hanus Kamban
- Annika Skaalum
- Turið Sigurðardóttir
- Høgni Mohr
- og kanska ein afturat