Lýsing
Lýsing
Nevndin í Arkitektafelag Føroya hevur skipað seg
Ársaðalfundurin hjá Arkitektafelag Føroya varð hildin tann 22. februar í ár.
Á aðalfundinum skuldi formaðurin fyri fyrstu ferð veljast fyri trý ár.
Bárður Dal Christiansen varð einmælt afturvaldur sum formann.
Heidi Poulsen, sum hevur verið virkin í nevndini í nógv ár, stillaði ikki uppaftur. Í staðin varð Jóannes Lamhauge einmælt valdur í nevndina fyri tvey ár.
Lilja Thorsteinsson varð vald sum nevndarlimur fyri tvey ár á aðalfundinum í 2024 og situr tí eitt ár afturat.
Sum tiltakslimir í nevndina vórðu vald Meduna Dalsgaard og Rói Heinason.
Nýggja nevndin hevði sín fyrsta fund tann 11. mars. Á hesum fundinum skipaði nevndin seg við Jóannes Lamhauge sum næstformann og skrivara, og við Lilju Thorsteinsson sum kassameistara.
Seinastu tíðindini