Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mjølnir kvinnur eru í finaluni í Bónuskappingini

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  19.04.2025 - 19:22 Ítrottur Tíðindi

Dysturin bleiv ongantíð spennandi, tí Mjølnir var munandi betri enn KÍF á degnum

 


KÍF-Mjølnir 0-3 (16-25, 17-25, 22-25)


KÍF vann sín bólk í Bónuskappingini og skuldi tí leika ímóti nr. tvey í hinum bólkinum, Mjølnir.  Lagt var upp til spennandi dyst. KÍF bleiv tó nakað skert miðskeiðis í fyrsta settinum, tá Milja Silvansdóttir meiddi sær økslina og mátti av vøllium. Dysturin bleiv ongantíð spennandi, tí Mjølnir var munandi betri enn KÍF á degnum.


KÍF kom angantíð fyri seg í fyrsta settið, sum Mjølnir vann greitt, 16-25.


Í øðrum settið fekk KÍF eina góða byrjan, soleiðis at venjarin hjá Mjølnir, Boban Ilic, mátti biðja um leikbrá við støðuna 7-3 til KÍF. Hetta sá í fyrstu atløgu ikki út til at hjálpa, tí Daria Burrows og Elsa Samuelsen hjá KÍF hildu áfram at sláa bóltar í Mjølnir gólvið, men spakuliga hálaði Mjølnir seg inn á KÍF, soleiðis at Arthur Djurhuus mátti biðja um leikfrá fyri KÍF við støðuna 13-11. Við nøkrum góðum servum frá Nicolu Toftegaard, fekk Mjølnir KÍF aftur við støðuna 14-14. Mjølnir helt áfram og við støðuni 16-19, mátti Arthur aftur biðja um leikbrá, men lítið hjálpti, tí Mjølnir vann settið 17-25


Triðja sett byrjaði nakað sum annað sett og við støðuna 4-7 tók Mjølnir leikbrá.  Hetta gav úrslit, tí Mjølnir fekk KÍF aftur við støðuna 8-8. Men KÍF fótaði sær og kom framum aftur 13-10. Dystur bylgjaði aftur og fram og við støðuna 14-15, máttir KÍF taka leikbrá. Liðini fylgdust síðani 16-16, 17-17, men so dróg Mjølnir frá og legði seg á odda 17-22. KÍF megnaði at svara eitt sindir aftur, men Mjølnir helt stand og vann settið 22-25 og harvið dystin og plássið í finaluni í Bónuskappingini. Í finaluni skulu tær leika ímóti Fleyr, sum vann teirra hálvfinalu á SÍ.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sylvia Thomsen forkvinna í Norðoya Sjálv…
KÍ nærkast nýggjum álopsleikara
Ein heilsan fra felagsskapi­num Mirjam
Hann fekk einans fýra ár! - áðrenn renni…
Reyða Krossur opið hús á Dávavirkinum
Hugnaløtur­nar byrja aftur
Byggibúning við Høganesvegin
U18 flogbóltsgentur­nar vunnu fyrsta dyst…
Vit eiga at rætta teir feilir vit gera,…
Heilsan frá Løgtingi­num til Inatsisartut
Skýlisklettur inni við 6.300 pundum
AB og B68 leggja fyri
Norebo lagt sakarmál fram ímóti Noregi
Venjaratoymið hjá 2. deild sett
Plakat eftir Elinborg Lützen
Íslendingar bestir
KÍ skal møta svenskum toppliði í Albir
Veðrið í vikuni
Kravd lívrenta er órímilig - lógin má tí…
Ein føroyingur og tveir íslendingar frem…