Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Richard Sørensen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  21.04.2025 - 09:25 Tíðindi Veðrið

Fyrstu tríggjar dagarnar í vikuni fara vit at hava eitt kølið luftrák av landnyrðingi ímóti Føroyum. Okkurt ælið er uppií, skulu vit rokna við. Vit fara at liggja ímillum einum hátrýsti yvir Grønlandi og einum lágtrýstøki yvir Evropa.

Hósdagin mennist eitt hátrýst um okkara leiðir, og tá verður bert eitt lítið lot av ymsum ættum í Føroyum. Fríggjadagin fer hátrýstið eystureftir, og eitt lágtrýst við landsynningsloti um okkara leiðir fer at nærkast vestaneftir.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Í dag – annan páskadag :

Hann fer at liggja av landnyrðingi allan dag, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður, kanska eisini sólglottar vestanfyri. Hitin 4 til 8 stig.

Týsdagin:

Aftur landnyrðingur, men eitt sindur meira av vindi: 10 til 15 m/s, skýggjað og stundum regn ella ælaveður, kanska mjørki í støðum. Hitin 5 til 9 stig.

Mikudagin:

Síðsti dagur við landnyrðingi á hesum sinni. Vindferðin 5 til 10 m/s, men sum frálíður minkandi niður í  3 til 8 m/s, og hann ættin fer niður í landsynning. Sólglottar og turt fyri tað mesta, kanska okkurt ælið. Hitin 5 til 9 stig.

Hósdagin:

Eitt lot av ymsum ættum, undir 6 m/s, sólglottar og turt fyri tað mesta, men sum frálíður mjørki í støðum. Hitin 6 til 10 stig, um náttina niður í 2 stig.

Fríggjadagin:

Næstan sama veður sum dagin fyri, tó eitt sindur kaldari. Eitt lot av ymsum ættum, undir 6 m/s, sólglottar og stundum mjørki. Seinni fer hann at koma av landsynningi. Hitin 4 til 8 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar Framá við Fólka­flokkinum
Viðgerðartrygd
Okkara skylda at fáa røktina at røkka
Skrivaði Putin tíðindini í útvarpi­num?
Greining: Fólkið ynskir gávuregnið
Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan…
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokning­ina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Valfundur í Smæruni týsdagin kl. 15.00
Veðrið um vikuskiftið
Stóra valblaðið í gerð
Ákæruvaldið kært dómin um valsvik í Oynd…
Nýggj útbúgvingar­skipan má til!
Bilur farin á sjógv
- Fólka­tingsvalið snýr seg um tvær triva…
Kristian vil fegin hava valevnir á gátt
Lýsing