Lýsing
Lýsing

Myndin tikin ímóti ættini (landnyrðingi), sum er í dag, meðan dystur er. Loftið nakað gráari enn á hesari myndini, og hvítt er í erva. Eisini eitt sindur meira vindur, enn á myndini – og ælaveður.
|
Mynd: Myndin funnin á wikipedia. Myndatakarin er ikki nevndur.
Dystarveðrið KÍ – B36
Byrjandi við veðrinum í morgun, so er ættin landnyrðingur, og vindferðin kring landið er 5 til 10 m/s. Tað er samdrigið og ælaveður. Hitin liggur um 5-6 stig.
Hetta fer at vera veðrið allan dag. Tað síggjast ikki tær stóru broytingarnar restina av degnum á fylgissveinamyndum ella í veðurkortum.
So, tá ið dystur er seinnapartin í dag á Djúpumýru millum KÍ og B36, fer tað at vera eitt lot oman av Kjøli og eftir vøllinum niðan ímóti Bøgøtu. Vindferðin 5 til 10 m/s. Skýggjað og okkurt ælið. Hetta saman við hvítum fjallatoppum eiga at hava við sær tolulig líkindi at spæla fótbólt.
Kanska eitt sindur kalt at hyggja, men góð og heit klæðir, so er tað fínt.
Góðan dyst – og KOYR Á KÍ.
Seinastu tíðindini