Lýsing
Lýsing
Lýsing

Samgongan virðir ikki norðurøkið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.04.2025 - 14:01 Leiðarin Politikkur Vinna

At seta tjóðveldistinglimin úr Norðoyggjum í Almannaráðið, hóast upplagdi sessurin í Fiskimálaráðnum stóð tómur, tykist vera gjørt við beráddum huga fyri at raka fiskivinnuna í norðurøkinum. Tað vísir seg nú í álitinum um broytingar í sjófeingislógini.

 

Eitt av málunum, sum samgongan ætlar samtykt seinni í vikuni eru broytingarnar í sjófeingislógini. Vit hava áður hoyrt skiparan og høvuðspartaeigaran í Pison Eyðstein Sørensen siga, at teir verða so hart raktir, tí teir eiga skipið saman við Kósini, at tað ikki loysir seg at halda fram við virkseminum.

 

Orsøkin til trupulleikan hjá Eyðstein Sørensen er broytingar í ásetingum um nærstandandi. Tað at Kósin eigur í ger at Pison ikki kann fáa sær meiri rættindi framyvir, samstundis sum Pison hevur mist 50% av sínum fiskikvotum, síðan teir byrjaðu fyri 6 árum síðan.

 

Hesar broytingar raka ikki einans Pison, men øll línuskipini og allar partrolararnar í Klaksvík. Línuskipini eru Klakkur, Jákup B, Pison, Núpur, Kvikk og Polarstjørnan. Partrolararnar eru Stjørnan og Polarhav, Safir og Smaragd, Jaspis og Ametyst og Fuglberg og Skoraberg.

 

Ætlanin við lógarbroytingini er at raka Hanus Hansen, men í veruleikanum verða teir, sum eiga skip saman við stjóranum á JFK fastlæstir í verandi støðu og kunnu ikki vaksa um sítt virksemi. Teir eru Jákup B - Óli M. Lassen og Helmar Lassen, Klakkur – Líggjas V. Johannesen og Bethuel V. Johannesen, Pison – Eyðstein Sørensen og Bjartur Thomassen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…
Klakkur inni við 190 tonsum
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…