Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ziska sleipaði Olgu Mariu á Lorvík

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  29.04.2025 - 18:15 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Olga Maria lá um 27 fjórðingar eystur úr Fugloynni, tá ið teir fingu maskinskaða.

Á miðdegi kom Ziska til skipið og fekk sett enda á. Veðrið var gott, tó at tað var nakað av síðari aldu eina løtu. Men fimm tímar seinni – beint fyri kl. 5, komu teir á Lorvík.

Við Olgu Mariu eru 4-5 mans, og  vóru teir um at verða lidnir við túrin. Teir hava eini 17 tons inni. Veiðan verður løgt upp í Lorvík hjá Norðfrá.

Motorurin gekk heitur, so kanska er toppakkningurin farin, og vónandi ikki nøkur riva í einum stempli.

Kjartan Joensen á Hviltenni, sum enn rør nógv út, kom sjalvandi á støð fregnast, og fingu hann og Hilmar Eliasen, skiparin, sonur Elias á Sigatindi eitt prát um støðuna og sjálvandi hvørji leið, teir høvdu verið á, eins og hvør fongurin var.

Jú, í neyðini var hugaligt á støð í útróðrarbygdini, Lorvík.

Tá ið eg var smádrongur, lógu allir teir mongu útróðrarbátarnir í Lorvík fyri teymi í Fuglafirði, Sigatindur, Uranus, Dragin, Mathilda, Guliklettur og so nógvir aðrir.

Hilmar segði frá, at tá ið tað var uppá tað mesta av útróðrarbátum í Lorvík, vóru 110 mans knýttir at hesu mongu bátunum.

Tað hevur verið góð samvinna á útróðrinum millum Fuglafjørð, Lorvík og Klaksvík í langar tíðir – Tó, hetta – útróðurin, tykist vera ein farin tíð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Megna Klaksvík­ingur ella Norðingur at sv…
Nøglin
Føroyar vunnu á Íslandi í fimmsettara
Herðaklapp frá Ársins Vitanarfróðu
“Get the Basics Right” – so ert tú væl á…
Við føroyskum fiski til Brasil
Stakkavík 34.538 pund hesa vikuna
Country Festivalur í góðveðri
Føroysku flogbóltsmenni­nir ímóti Íslandi…
Vagnur og Brandur vitja Norðlýsið
Listatión av at skifta tekjuna í Christi…
Magnus: Eg ynski, at leikarar spæla nógv
Danny & the Veetos við nýggjum staklagi
Nýggjur og spennandi kapitul á Grafia
Nýggja dokkin er ávegis
Næmingar á Serbreyt­ini fingið húgvuna
Nøglin beinleiðis í morgin kl. 15
Motorsagin riggar – 1,7 milliónir børn l…
Emma Ljungdahl nýggjur leikari í KÍ
Søguligt fyl vekir nýggja vón fyri tað á…