Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Barnalist á Stongunum

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  29.04.2025 - 18:43 Mentan Myndarøð Tíðindi

Sum partur av Virkið vár, er Gallarí á Stongunum eina virkna listastovu.

í dag møttu hópin av skúla- og barnagarðsbørnum upp til eina verkstovu á Gallarí á Stongunum, har tey kundu tekna, lesa bøkur og annars vera partur av tí sangi, ið har var.

Her er annars ein forvitnislig framsýning á Gallarí á Stongunum, har nælandi list verður innrammað og sleppur at hanga á barnahædd næstu dagarnar.

Á framsýningina fara Rakul Ró Steintórsdóttir og Eydna J. Steinberg at prýða veggirnar við barnavinarligum tekningum. Rakul hevur myndprýtt egnar bøkur við heitunum Sólja og Súla á Sólferð og Rógvi og Náttarravnur, og tekningarnar hjá Eydnu av dreinginum Tvøra og gentuni Tvassu eru eisini heimskendar í Føroyum.

List í barnahædd bjóðar øllum børnum og vaksnum ókeypis at vitja Gallarí á Stongunum og at vera við í kreativum verkstovum. Fyri børnun í 1., 2. og 3. flokki mánadagin, týsdagin og mikudagin frá klokkan 10. – 12.00.

Framsýningin er opin fyri børnum undir skúlaaldur týsdagin frá 13.00 til 15.00 og fyri størri børnum mikudagin frá klokkan 13.00 – 15.00.

Hetta er fyrstu ferð at hugskotið Barnalist verður roynt her hjá okkum. Tí kunnu broyingar verða gjørdar í skránni, verður sagt av Stongunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Djórini skulu hava tađ gott og fáa hjálp…
Uppsparing í virðisbrøv skal lønast – vi…
Betri karmar til nýskapandi vinnur – sta…
Øll skulu hava eitt heim
Onga altan til ungdómsíbúð!
Klárt til konsert í Varpinum
Menning sæst eisini í Norð­oyggjum
Formenni­nir vænta ein tættan og spennand…
Herluf's Kafé fingið sína fyrstu nevnd
Javnaðar­flokku­rin vil ikki minka blokkin…
"Hatta er stavurin hjá Andriasi í Stovug…
Hyrox er nýggja fitnessrákið
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Upptakt: KÍ-NSÍ
G19: Mjølnir er føroyameistari
Tíðartekn­ini - Páll Poulsen í Betesda su…
Sjálvstýri styrkir leiðsluna
FM verður avgjørt í morgin!
Vit mugu víðari!
KÍ vann greiðan sigur í stórsteypadystin…
Lýsing