Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað ber ikki til at forða okkum í at keypa dagar og kvotu, tí vit samstarva við JFK samtakið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.04.2025 - 20:21 Politikkur Tíðindi Vinna

Hetta sigur Óli M. Lassen, reiðari í viðtalu við Norðlýsið. Okkara samstarv við Hanus Hansen í JFK hevur verið fyrimyndarligt og hevur veri til stórt gagn hjá okkara felag

 

 

Víðari sigur Óli Lassen ið eisini er siviløkonomur og hevur skriva nógv um fiskivinnuviðurskifti, at landið  áhaldandi hevur lækka dagatalið undir Føroyum,  og um man nú ætlar at gera tað soleiðis, at vit ikki kunnu keypa dagar undir Føroyum og kvotu undir Íslandi, tí Hanus Hansen kom inn í felagið og hjálpti okkum, tá tíðirnar ikki vóru so bjartar, so vendir alt øvugt.

Óli M. Lassen, reiðari á Jákup B

Vit hava tey seinastu árini sæð eina stóra endurnýggjan av línuflotanum, har vit eru farin frá gomlum línuskipum til nýggjari frystilínuskip, og er hetta ein sólskinssøga fyri reiðaríðir, manningar og landi sum heild.

Hetta hevði ikki kunna latið seg gjørt uttan í tøttum samstarvið við kapitalsterk reiðaríðir. Men um man nú vil lóggeva soleiðis, at feløg og harvið skip sum JFK eigur í, ikki kunnu ogna sær fiskidagar undir Føroyum ella kvotur við Ísland, so hevur man niðurbundið hesi reiðaríðir til skaða fyri rakstur og inntøku hjá manning, sigur Óli M. Lassen og fer hetta eisini at ávirka komandi inntøkur hjá landinum í form av lægri skattainntøkum, um vit ikki kunnu keypa fleiri rættindir sum lógin leggur upp til, sigur hann at enda í viðmerking við Norðlýsið. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Megna Klaksvík­ingur ella Norðingur at sv…
Nøglin
Føroyar vunnu á Íslandi í fimmsettara
Herðaklapp frá Ársins Vitanarfróðu
“Get the Basics Right” – so ert tú væl á…
Við føroyskum fiski til Brasil
Stakkavík 34.538 pund hesa vikuna
Country Festivalur í góðveðri
Føroysku flogbóltsmenni­nir ímóti Íslandi…
Vagnur og Brandur vitja Norðlýsið
Listatión av at skifta tekjuna í Christi…
Magnus: Eg ynski, at leikarar spæla nógv
Danny & the Veetos við nýggjum staklagi
Nýggjur og spennandi kapitul á Grafia
Nýggja dokkin er ávegis
Næmingar á Serbreyt­ini fingið húgvuna
Nøglin beinleiðis í morgin kl. 15
Motorsagin riggar – 1,7 milliónir børn l…
Emma Ljungdahl nýggjur leikari í KÍ
Søguligt fyl vekir nýggja vón fyri tað á…