Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fiskimálaráðharrin og Pontius Pilatus

SKRIVAÐ: Eyðstein Ó. Poulsen  |  03.05.2025 - 13:40 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

At vaska sær um hendurnar og senda eina funktionella og fíggjarliga hóttan inn í økið hjá Klaksvíkar kommunu kann bara enda galið!

 

Hvar eru partafólkini hjá fiskimálaráðharranum, ið siga seg umboða Norðoyggjar? Og ikki minst, hvar er varaborgarstjórin ella borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, nú menningin í línuvinnuni steðgar upp í Klaksvík? Vit tosa um væl omanfyri 100 ársverk.

 

Í besta kommunista-stíli sigur fiskimálaráðharrin:

(…) Hetta snýr seg ikki um persónar ella økir í landinum (…)

(…) Hetta snýr seg um lógina um sjófeingið (…)

 

Soleiðis eru stýrisamboðini hjá ábyrgdarleysum leiðarum, ið heilavaska fólkið við “Samanhaldinum í felagsskapinum.” Tíanbetur eru tað fleiri enn í Føroyum, ið skilja, at álop á einstaklingar ella øki eru álop á felagsskapin. Tá tú lættliga og kyniskt loypur á eitt øki ella ein persón, so kann tann næsti verða bæði tú, eg ella ein annar.

Línuvinnan hevur nógv tey síðstu árini ment seg ígjøgnum baldrutar upp- og niðurgongstíðir. Tað hava og eru bæði rakstrarligar og politiskar avbjóðingar. Ringast av hesum hava verið politisku avbjóðingarnar. Í Klaksvík eru vit fegin um tey tøk, ið eru tikin, og tey úrslit, ið fólkini ella einstaklingarnir hava útint fyri hesa vinnu og hendan bý. Tí vil eg upp á tað harðasta átala avvápningina av vinnulívinum í Klaksvíkar kommunu, har trongsygni, ábyrgdarloysi og pennastrok frá landsins leiðslu nú aftur hótta væl oman fyri 100 ársverk í kommununi!

Eitt pennastrok, ið ikki bjargar felagsskapinum, men eitt álop á persónar og øki. Landsstýrismaðurin er væl vitandi, eins og Pilatus, at hetta er ikki í lagi, tí vaskar hann sær um hendurnar við at peika á felagsskapin!

 

Eyðstein Ó. Poulsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…