Lýsing
Lýsing
Lýsing
Javnaðarrósan er følnað. Av teimum 4 stóru flokkunum í føroyskum politikki er Javnaðarflokkurin hin minsti sambært nýggjari veljarakanning.

Javnaðarflokkurin fer í knús

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.05.2025 - 16:37 Politikkur Tíðindi

Sitandi samgonga fær ein hin størsta kjaftfiskin nakrantíð í nýggjari veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portal.fo. Allir samgonguflokkarnir ganga aftur í mun til valið, men Tjóðveldi og Framsókn missa ”bert” ein tinglim. Javnaðarflokkurin er stóri taparin og gongur heili 4 tingfólk aftur, nakað sum er nær eini hálvering. Fólkaflokkurin vinnur hinvegin ein knúsandi stórsigur, er veljarakanningin eftirfarandi.

 

Listi C fekk 9 tingfólk til løgtingsvalið í 2022 og gjørdist nógv størsti flokkur. Men flokkurin hevur leingi verið í stórum andróðri, og hesin andróðurin tykist ongan enda at fáa – heldur tekur hann til í styrki. Javnaðarflokkurin fær 5 tingfólk í nýggjastu veljarakanningini, 4 færri enn nú.

Fremsta orsøkin man vera, at Javnaðarflokkurin hevur fingið nærum alla fakfelagsrørsluna ímóti sær. Í 2023 legði Løgtingið, eftir uppskoti frá Javnaðarflokkinum, upp í eitt verkfall. Í ár vendu øll arbeiðarafeløgini flokkinum bakið vegna málið um pensiónsaldur. Hóast Tjóðveldið eigur uppskotið at hækka hann, varð eisini løgmaður addresseraður í mótmælisskrivinum frá Verkafólki. Uppskotið er tikið aftur, men boðað er frá, at tað fer at verða lagt fram aftur, og tí kann væl hugsast, at mótmælini standa við.

Hartil hevur samgongan enn ikki leverað í málunum um Suðuroyartunnil - nakað sum sjálvsagt svíður í gomlu Javnaðar-háborgini á Tvøroyri - ella styttri arbeiðsviku. Og nýliga hava stór spurnartekin verið sett við málið um løn undir útbúgving á Heilsuskúla Føroya. Málið er samtykt á Løgtingi, men næmingarnir hava fingið skriv um, at teir møguliga ikki fáa løn undir útbúgving kortini. Hesar óvissurnar kunnu væl hava spælt inn, tá fólk hava svarað kanningini, tí tvey av hesum málunum, umframt tað um pensiónsaldur, eru fesk. 

 

Fólkaflokkurin stormar fram  

Har man í samgonguflokkunum má taka til takkar við gravøli á Norðoyastevnu, kunnu teir borgarligu flokkarnir finna sjampanjuna fram. Serliga góð er kanningin fyri Fólkaflokkin, sum fær úr 6 tingfólkum upp í 11. Tað er nærum ein tvífalding og svarar til 3. hvørt løgtingsfólk í tingsalinum. Er veljarakanningin eftirfarandi, so skal ein øgiliga góð grundgeving til at nokta Beini Johannesen at gerast næsti løgmaður Føroya. Í øllum førum um val verður í næstum.

Sambandsflokkurin hevur eina lítla framgongd. Hann hevur verið við til at gjørt onkrar breiðar semjur við samgonguna, men hevur í seinastuni roynt at distanserað seg frá henni. Til dømis gjørdi flokkurin onga semju um at hækka pensiónsaldurin, hóast hann fekk eina útrætta hond frá samgonguni, helst væl vitandi, at fólkið er ímóti. Í nýggjari stórari kanning, sum Kringvarpið legði fram, søgdu bert 84 av teimum 1.027 spurdu, at teir taka undir við samgonguni í pensiónsmálinum.  

 

Aksel og Beinir í ”Komið øll við”

Hinvegin merkir kanningin allarhelst, at val ikki verður í næstum. Við so vánaligum úrslitum hevur Javnaðarflokkurin alt at tapa og onki at vinna við at útskriva val, og hinir báðir flokkarnir ganga eisini aftur. Sostatt er ikki hugsandi, at løgmaður ella Løgtingið fara at skriva út val nú. Hinvegin, megna teir framvegis ikki at levera stytta arbeiðsviku, Suðuroyartunnil, løn undir útbúgving og/ella hægri pensiónsaldur, so kann veljarin fáa ilt við at síggja, hvat samgongan skal verða sitandi til. Og so kann úrslitið gerast uppaftur verri.

Norðlýsið ger samrøður við Aksel V. Johannesen, sitandi løgmann, og Beinir Johannesen, møguliga komandi løgmann, fríggjadagin í sendingini ”Komið øll við”. Serliga fara samrøðurnar at snúgva seg um Norðoyastevnu, men nortið verður eisini við veljarakanningina hjá Portalinum.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan
Umvæling av ambulatorii­num til skopi og…
Jonna 1:17.21 og bronsu á DM í 5 km Open…
Sjálvt grindina lata vit fara