Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á myndini frá vinstru eru: Jenny Kastalag (undirvísari), Joan Midjord Sivertsen (undirvísari), Jóhanna á Tjaldrafløtti (stjóri og undirvísari), Simona Vágsá (náttarvakt) og Jórun á Fløtti Jacobsen (náttarvakt). Paulina Eliasen, Sølvá J. Joensen og Katja Kjartansdóttir mangla á myndini, tær eru allar undirvísarar.  | Mynd: Jóhann Lützen

Húsarhaldsskúlin: Seinasti skeiðsdagur á Stoksoyra

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.06.2025 - 19:51 Mentan Tíðindi

Alt í alt hava eini 13.000 fólk tikið ymisk skeið her síðan 1974, so tað er ikki smávegis, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Føroya Húsarhaldsskúla

 

Í dag var seinasti undirvísingardagurin á Føroya Húsarhaldsskúla í hølunum á Stoksoyravegi 29. Tá vit vitjaðu riggaðu tær av og tað var við blandaðum kenslum, at tær gjørdu seg klárar at siga gomlu hølunum farvæl. 

Hálvan august byrjar undirvísingin aftur hjá Húsarhaldsskúlanum og tá verður tað heimi í miðbýnum á adressuni við Sandin 4 í spildurnýggjum og stásiligum kørmum. 

Vit fara frá 21 næmingum upp til 35 næmingar. Tað er langur bíðilisti, sigur Jóhanna. 

 

Jórun og Simona takka nú fyri seg sum náttarvaktir og fíngu í hesum sambandi blómutyssi fyri gott arbeiði í mong ár

 

Skulu hava nýtt navn

Seinastu tíðina hevur verið møguligt at senda inn uppskot til nýtt navn fyri skúlan.

Hetta er ein nýggj byrjan og ein staðfesting av, at navnið kanska ikki er so tíðarhóskandi longur, sigur Jóhanna.

Vit hava fingið hópin av uppskotum og fara at kunngera vinnaran í samband við, at bygningurin alment verður tikin í nýtslu í september, upplýsir Jóhanna á Tjaldrafløtti. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyingar­nir komnir á vøllin
Hvussu dagarnir longjast
Vit lata upp í nýggjum hølum
Tøkk - Hergar Torbjarnarson Hansen
Maria Corina Machado givið Trump friðarh…
Gott veður í Klaksvík
Upptakt til EM 2026
ÍtróttaFAGNAÐU­RIN í Varpinum í Klaksvík
Bátarnir fáa nógvan fisk
Við í Snipp Snapp
Blue Water Shipping yvirtekur fraktvirks…
Sera nógvar bíleggi­nar á KG
Oddvør Josephsen sett tvey føroysk met
Badminton: Føroyska landsliðið skal til…
Listasavnið fekk stórfingna gávu
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
Borgar­stjó­rin ger status
NámX úr Tórshavn á vitjan
Tey hugna sær á skoytubreytini
Leikarakall (Casting Call) til mytiskan…