Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ebenezerkórið á vitjan í Klaksvík hvítusunnudag

SKRIVAÐ: Betesda  |  08.06.2025 - 01:32 Tíðindi

Samfelagsmøtini í Klaksvík halda fram hvítusunnudag við fleiri møtum og tiltøkum í Badmintonhøllini, har Sangkórið í Ebenezer í Havn fer at syngja á møtunum kl. 15:00 og kl. 19:00. Samstundis verður KÍ-høllin opin til børnini at hugna sær í.

Á skránni fyri hvítusunnudag eru hesi møti og tiltøk – øll í Badmintonhøllini:

Kl. 11:00 verður minnismáltíð HARRANS – eftir breyðbrótingina talar Martin Tuohy.

Kl. 12:30 verður sunnudagsskúli, har tey hesaferð gera eitt sindur eyka burtur út frásøgnini um Nóa við leiki og búnum, og ørkin verður eisini við.

Kl. 15:00 verður uppbyggingarmøti, har Símun Absalonsen og John í Skemmuni fara at tala, og Ebenezerkórið syngur.

Kl. 19:00 verður evangeliskt møti, har Ebenezerkórið framvegis luttekur við sínum vakra sangi, og har Tóra við Keldu, Jens Christian Olsen og Eyðun Elttør tala, og Tórður Johannesen fer at hava ein vitnisburð.

Kl. 21:30 byrjar ungdómsmøti, har ungdómurin skipar fyri góðum lovsangi og samveru. John Færø, Julia Bogadóttir og Victoria Tuohy luttaka við talu og vitnisburði.

Øll eru hjartaliga vælkomin – bæði børn, ung, tilkomin og eldri – og barnafamiljurnar skulu ikki halda seg aftur, tí meðan møtini verða í Badmintonhøllini kl. 15 og kl. 19, kunnu børnini spæla og hugna sær í KÍ-høllini.

Á øllum møtunum verður tulkað til enskt, og á møtinum kl. 15:00 verður teknmálstulkur.

Øll møtini verða stroymd og send beinleiðis á hesum rásum: *Starabúrið, *SJEY kristiligt kringvarp og *EvR (Evangeliska Røddin). Slóðirnar eru allar at finna á betesda.fo.

Gleðiliga hvítusunnu

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…