Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Mynd: Sverri Egholm /portal.fo

Sanna: Sigurin kann fáa stóran týdning fyri endaspælið

SKRIVAÐ: Ki.fo  |  10.06.2025 - 09:30 Ítrottur Tíðindi

Sanna Svarvadal, liðskipari á KÍ-liðnum, fegnast um sigurin á NSÍ í dag, sum var fult uppiborin. Sigur ber við sær, at KÍ nú liggur ájavnt við NSÍ í stigum.

- Vit spældu ein góðan dyst í dag, men tað gjørdu vit eisini í Klaksvík, tá ið vit tóku móti NSÍ á heimavølli. Tá endaði tað við einum tapi, men hesaferð vóru vit neyvari frammanfyri málinum, samstundis sum vit vóru nógv ágrýtnari, tá ið NSÍ fekk deyðbóltsstøður. Eg haldi, at sigurin var fult uppiborin, sigur liðskiparin sannførandi.

- Tað hevur eisini nógv at siga, at vit vinna dystin í Runavík í dag, og at vit koma ájavnt við NSÍ í stigum. Tá ið kappingin verður deild í tvey, eru tað málini innanhýsis millum liðini í ovara bólkinum, sum fara at telja við. Sum støðan er nú, so fara vit at liggja sum eittarar, og tað gevur okkum nakrar fyrimunir, tá ið endaspælið fer í gongd í mun til at fáa heimavøll og annað. Annars er kappingin í ovara bólkinum sera hør, og øll liðini kunnu taka stig frá hvørjum øðrum, staðfestir Sanna Svarvadal.

 

Vit skulu gerast enn betri
Liðið hevur spælt fleiri góðar dystir, har KÍ hevur havt leikliga yvirvág, men har úrslitið hevur verið eitt tap. Tað hendi bæði móti NSÍ og HB fyrr í ár.

- Vit skulu gerast enn betri framman fyri málið og avgera dystirnar upp á teir kjansir, vit fáa. Samstundis skulu vit eisini brúka hendan viðvindin, sum vit hava fingið við at vinna á bæði NSÍ og Víkingi. Tað skal geva okkum meiri orku og vilja enn mótstøðuliðið, og kann gerast avgerandi, tá ið vit spæla hesar tøttu dystirnar, so dystirnir koppa okkara veg, sigur Sanna Svarvadal at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ hevur fingið tilgongd?
Javnstøða á báðum vallistu­num hjá Tjóðve…
Tann einligi forsyrgja­rin skal hjálpast,…
Føroyar Framá við Fólka­flokkinum
Viðgerðartrygd
Okkara skylda at fáa røktina at røkka
Skrivaði Putin tíðindini í útvarpi­num?
Greining: Fólkið ynskir gávuregnið
Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan…
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokning­ina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Valfundur í Smæruni týsdagin kl. 15.00
Veðrið um vikuskiftið
Stóra valblaðið í gerð
Ákæruvaldið kært dómin um valsvik í Oynd…
Nýggj útbúgvingar­skipan má til!
Lýsing