Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Team Klaksvík

Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsvenjara

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  04.07.2025 - 09:02 Ítrottur Tíðindi

Talan er um venjara, sum ikki hevur verið í føroyskum hondbólti áður.

Tað verður 52 ára gamli Panagiotis Messinis úr Grikkalandi, sum skal venja besta liðið hjá Team Klaksvík í 2025/26. Tað boðar Team Klaksvík frá í dag. Talan er um venjara, sum síðandi 2023 hevur verið hjálparvenjari hjá besta mansliðnum hjá Olympiakos úr Grikkalandi, sum vann meistaraheitið farna kappingarár.

Frá 2019 til 2022 var hann venjari hjá kvinnulandsliðnum hjá Grikkalandi. Sum spælari leikti hann 85 landsdystir fyri Grikkaland.

Umframt at venja besta liðið, so kemur hann eisini at hava ein stóran venjaraleiklut fyri alt felagið við tí endamáli, at allur ungdómurin kemur at fáa venjingar á høgum stigi. Fyri nøkrum vikum síðani gjørdi Team Klaksvík sáttmála við málverjan Mladen Mjerimacka, ið verður málverji og málverju mennari í felagnum. Hann hevur júst verið málverjuvenjari hjá U21-landsliðnum, sum vann bronsu í HM-endaspælinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyingar­nir komnir á vøllin
Hvussu dagarnir longjast
Vit lata upp í nýggjum hølum
Tøkk - Hergar Torbjarnarson Hansen
Maria Corina Machado givið Trump friðarh…
Gott veður í Klaksvík
Upptakt til EM 2026
ÍtróttaFAGNAÐU­RIN í Varpinum í Klaksvík
Bátarnir fáa nógvan fisk
Við í Snipp Snapp
Blue Water Shipping yvirtekur fraktvirks…
Sera nógvar bíleggi­nar á KG
Oddvør Josephsen sett tvey føroysk met
Badminton: Føroyska landsliðið skal til…
Listasavnið fekk stórfingna gávu
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
Borgar­stjó­rin ger status
NámX úr Tórshavn á vitjan
Tey hugna sær á skoytubreytini
Leikarakall (Casting Call) til mytiskan…