Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hallur væntar at spæla í Finnlandi

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  04.07.2025 - 11:29 Ítrottur Tíðindi

Men skaðin kundi bent á, at tað er meira ivasamt.

Tað var beint eftir hálvleik, at Hallur Hansson mátti fáa hjálp, tí hann eftir nærdyst lendi keðiliga. Hann spældi víðari, men mátti biðja um útskifting eina løtu seinni. Hann helt fyri bringuna.

Vit spurdu Hall eftir dystin, hvussu støðan var. Hann segði, at tað var óvist, men okkurt kundi bent á eitt bráka rivjabein. Hann væntaði sjálvur, at hann bleiv klárur til dystin í Finnlandi hósdagin.

Er talan um brákað rivjabein, so er kanska meira ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla. Ofta verður sagt, at pínan veksur fyrstu dagarnar og at tað tekur meir enn eina viku til pínan er burtur. Komandi dagarnir fara at vísa, hvønn veg tað ber hjá Halli.

KÍ hevur fleiri møguleikar til sentrala miðvøllin. Í gjár sótu Deni Pavlovic, Dávid B. Andreasen og Claes Kronberg á bonkinum, meðan René S. Joensen spældi vongur fram til hallur bleiv skaddur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…