Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skamnesty International

SKRIVAÐ: Jenis av Rana, formaður Miðfloksins  |  04.07.2025 - 17:12 Politikkur Tíðindaskriv

Var nøkur skomm skapt í sokallaða amnesty international, so hevði felagsskapurin, síðani 7. oktobur 2023, havt skipað fyri einum ótali av stuðulsgongum og skrivað eitt ótal av stuðuls- og harmaskrivum í samkenslu við tey óseku, sum hendan dagin vórðu burturflutt inn í pínsluhelviti í Gaza

 

 

Hesi 250 vórðu (ella kanska ikki?) hepnari enn tey fleiri enn 1200, sum vórðu brend livandi, voldtikin, sundurlimaði o.a.m., áðrenn tey miskunnarleyst vórðu myrd. Tey 250 rændu hava upplivað somu bastialsku pínsluhættir, fyri síðani at verða drigin heiman inn í ein ófrásigiligan djevulskan veruleika í fangaskapi í Gaza.

 

Fimtinýggju (59) teirra sita enn fangar í Gaza! Vórðu hesi, GÍSLARNIR, nevnd, nú dupultmoralski jødahatandi felagsskapurin í gjár skipaði fyri stuðultiltaki fyri CIVILU íbúgvunum í Gaza. Vórðu tey nevnd, hesi sum í dag hava sitið í sekshundrað og tríati seks (636)  dagar, flestu teirra í ómenniskjaligum, trongum tunlum, eyðmýkt, vanvird og pínd- bert tí tey eru jødar? Hvussu ofta vórðu tey nevnd á tiltakinum í gjár? Hvussu ofta nevndi KVF tíðindadeildin hjá Hamaz hesi í tíðindastreyminum í gjár og í dag- ella yvirhøvur síðani 7. oktobur 2023?   

 

Hvør einasti av teimum tríati, sum gingu í gonguni í gjár, amnesty international um allan heim og KVF tíðindadeildin hjá Hamaz, vita, at í somu løtu gíslarnir, hesi neyðars óseku 59 fólkini, verða latin leys, so verður friður í Gaza! Hví siga tey onki um tað? Hví stríðist amnesty ikki fyri leysgeving teirra, hví stríðist ST ikki fyri hesum, hví tosar KVF tíðindadeildin hjá Hamaz ikki um hetta???

 

Nei einki fara Aksel Johannesen, løgmaður ella Siri Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, at taka lut í kóri teirra, sum í dag ganga á odda í alheims jødahatrinum. Tað álit hevur Miðflokkurin á teimum báðum- og teimum, sum standa aftanfyri tey! Ta vanvirðingina lata tey ikki falla á Føroyar og føroyingar.

 

 

Jenis av Rana, formaður Miðfloksins

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sylvia Thomsen forkvinna í Norðoya Sjálv…
KÍ nærkast nýggjum álopsleikara
Ein heilsan fra felagsskapi­num Mirjam
Hann fekk einans fýra ár! - áðrenn renni…
Reyða Krossur opið hús á Dávavirkinum
Hugnaløtur­nar byrja aftur
Byggibúning við Høganesvegin
U18 flogbóltsgentur­nar vunnu fyrsta dyst…
Vit eiga at rætta teir feilir vit gera,…
Heilsan frá Løgtingi­num til Inatsisartut
Skýlisklettur inni við 6.300 pundum
AB og B68 leggja fyri
Norebo lagt sakarmál fram ímóti Noregi
Venjaratoymið hjá 2. deild sett
Plakat eftir Elinborg Lützen
Íslendingar bestir
KÍ skal møta svenskum toppliði í Albir
Veðrið í vikuni
Kravd lívrenta er órímilig - lógin má tí…
Ein føroyingur og tveir íslendingar frem…