Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróðurin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.07.2025 - 10:33 Ítrottur Tíðindi

Nú er tað Fuglafjørður, ið leggur sjógv til stríðið, og alt kókar longu við keiina.

 

Kapp­róður – so tað bragar!

 

Nú er tað Fuglafjørður, ið leggur sjógv til stríðið, og alt kókar longu við keiina.

Bátarnir renna, árar bogna – og alt kann henda!

Hetta er dagurin, tá styrki, taktikkur og vilji skulu vísa sítt virði.

Ver við tí hettar verður ikki fyri veika sálir!

 

5 mannfør gentur 14-16 ár.

1.     Kollur

2.     Pílur

3.     Tekla

Tað sær út til at Sarita eisini hevur fingið skil á Koll, tí vinna tær aftur í dag.

 

5 mannfør gentur 17-18 ár.

1.     Firvaldur

2.     Sílið

3.     Drekin

Tað má vera onkur gen úr Sumba, sum ger at tær vinna í dag. At klára at halda 4 bátar frá HR aftanfyri seg, er eitt bragd.

 

5 mannfør kvinnur.

1.     Kjósin

2.     Leikalind

3.     Fipan Fagra

Er tað slættur sjógvur, so vinnur Kjósin við 6 sek.

 

6. mannfør kvinnur

        Jarnbardur vinnur.

 

5 mannfør dreingir 14-16 ár.

1.     Fipan Fagra

2.     Kollur

3.     Teistin

Tillukku Fípan Fagra við FM, tað tori eg við 7 tumma seymi at staðfesta í dag, tit filla, smildra og hølva alt av í dag.;)

 

5 mannfør dreingir 17-18 ár.

1.     Fípan Fagra

2.     Royndin Fríða

3.     Drekin

5-mannaførini hjá dreingjunum eru klár at fara til verka, og nógv verður væntað av Dreingjavøddunum umborð á Fípuni. Teir hava víst seg at vera sterkir á sjónum og spurningurin er, um teir klára at halda støðið og rógva seg til toppin Fuglafirði. Vøddarnir eru spentir – nú skal arbeiðast!

 

6 mannfør menn.

1.     Sundabáturin

2.     Sølmundur

3.     Skúgvur

6-mannaførunum hjá monnum har er tað eingin loyna – Sundabáturin er øðiligur! Teir rógva við kraft og neyvleika, og tað sær út sum ein maskina, tá teir seta ferð á. Teir rógva ótrúliga væl, og tað er líkasum at báturin flýgur fram um hinar. Nú er spurningurin, um teir klára at halda trýstið og leggja allar afturum seg í Fuglafirði. Tað verður ein spennandi róður!

 

8 mannfør

1.     Ørvur

2.     Risin

3.     Gøtu Tróndur

Dukkufretarnir umborð á Ørvi eru klárir! Kvikir og samansjóðaðir, teir eru altíð til reiðar at geva alt, tá teir fara út á sjógvin. Nú er bara at bíða og síggja, hvussu langt teir koma í Fuglafirði. Spenningur og action í væntu.

Sólin er risin, Risin av Eiði er vorðin til stein.  

Klárar Gullbrandur at renna seg longur fram? Nú teir hava fingið róðrarlegenduna Martin Venned at leggja lag á.(sigst). Vónin er størri enn nakrantíð. Við einum legendu við sær kann alt henda.

Fylgi við, tá stríðið um oddan í 8- mannaførum heldur fram í Fuglafirði.

Ps. Ikki gloyma Gøtutrónd!

 

10 mannfør.

1.     Klaksvíkingur

2.     Norðingur

3.     Havnarbáturin

Sjógvurin kókar í Fuglafirði! Klaksvíkingur við nýggjum manni – men við sama vilja!

Verður hetta dagurin, har teir annaðhvørt vísa seg sum kongar – ella verða teir settir av trónuni?

 

Góða stevnu.

Heilsan Svein Rógvi Nielsen Ljósstein úr Mallorka.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyingar­nir komnir á vøllin
Hvussu dagarnir longjast
Vit lata upp í nýggjum hølum
Tøkk - Hergar Torbjarnarson Hansen
Maria Corina Machado givið Trump friðarh…
Gott veður í Klaksvík
Upptakt til EM 2026
ÍtróttaFAGNAÐU­RIN í Varpinum í Klaksvík
Bátarnir fáa nógvan fisk
Við í Snipp Snapp
Blue Water Shipping yvirtekur fraktvirks…
Sera nógvar bíleggi­nar á KG
Oddvør Josephsen sett tvey føroysk met
Badminton: Føroyska landsliðið skal til…
Listasavnið fekk stórfingna gávu
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
Borgar­stjó­rin ger status
NámX úr Tórshavn á vitjan
Tey hugna sær á skoytubreytini
Leikarakall (Casting Call) til mytiskan…