Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vertirnir í poddvarpinum Lærarastovuni høvdu samrøðu við Jónleif Johannesen, skúlastjóra á Skúlatrøð, sum luttekur í tveimum royndarverkætlanunum | Mynd: KvF.

Forvitnisligar royndarverkætlanir á Skúlatrøð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.07.2025 - 18:33 Mentan Poddar Tíðindi

Í poddvarpinum ”Lærarastovan”, sum lagt varð út herfyri, greiddi Jónleif Johannesen, skúlastjóri á Skúlatrøð, frá tveimum royndarverkætlanum, sum eru settar í gongd á Skúlatrøð og aðrastaðni. Talan var um Co-Teaching (sum ikki er heilt tað sama sum tvílæraraskipan) og verkætlanina ”Støddfrøði í verki”.

 

Tað var núverandi Barna- og Útbúgvingarmálaráðið, sum kom við hugskotunum um royndarverkætlanirnar. Tey vildu gjarna royna støddfrøði í verki og tvílæraraskipaninina (eisini í verki) og sendu tí hugskotið víðari til allar fólkaskúlarnar í landinum og spurdu, um áhugi var fyri hesum. Skúlin á Skúlatrøð var ein teirra, ið vísti áhuga fyri báðum. Jónleif Johannesen greiðir soleiðis frá:

 

Co-Teaching – meira enn tvílæraraskipan

– ”Vit gjørdust beinanvegin partur av Co-Teaching-verkætlanini, t.v.s. í júst farna skúlaári, 2024/25, og komandi skúlaár, 2025/26, verður støddfrøði í verki implementerað. Talan er um púrasta hvør sína verkætlan, og tær verða stýrdar av ymiskum persónum. Ingi Højsted tekur sær av støddfrøðiverkætlanini og Frida Poulsen stýrir Co-Teaching saman við øðrum”, sigur skúlastjórin. Spurdur um munin á Co-Teaching og tvílæraraskipan svarar hann:

– ”Ein góð tvílæraraskipan kann saktans vera co-teaching, men tú kanst eisini hava tvílæraraskipanir, sum ikki eru co-teaching. Co-teaching er ein háttur at fremja tvílæraraskipanina uppá. Í co-teaching eru lærararnir saman um at fyrireika undirvísingina, at fremja undirvísingina og at eftirmeta undirvísingina. Endamálið er fjølbroytni, t.v.s. næmingatillagað undirvísing og fjølbroyttir undirvísingarhættir. Øll skipanin hvílir á, at lærararnir eru saman um uppgávuna”, greiðir Jónleif frá.

– ”Fyri at co-teaching skal rigga, skulu lærararnir ikki bara hvørjum øðrum eftir munninum, men tora at bjóða hvørjum øðrum av. Co-teaching verður av tí sama best framd av einum fjølbroyttum bólki av undirvísarum”, sigur hann, og undirstrikar samstundis enn ein mun á co-teaching og tvílæraraskipan, ið er, at tað væl kunnu vera fleiri enn tveir lærarar, sum taka sær av co-teaching.

 

Hvussu kann støddfrøði brúkast í gerandisdegnum?

Í PISA-kanningunum er millum annað komið fram, at føroyskir næmingar sum heild í ikki nóg stóran mun megna at knýta gerandisdagin saman við rokniførleikunum, sum hann ella hon lærir í skúlanum. Næmingarnir læra at loysa uppgávur við formlum, men læra kanska ikki nóg væl, hvussu teir kunnu brúka tað í gerandisdegnum.

Hetta var orsøkin til, at Skúlin á Skúlatrøð í 3 vikur á heysti 2025 og í 3 vikur á vári í 2026 fer at hava “støddfrøði í verki” á skránni í 7. flokki. Hoyvíkar Skúli byrjaði skúlaárið 2024/25, og Skúlatrøð fylgir væl við í, hvussu tað fer fram har, ikki minst fyri at sleppa undan »barnasjúkum«. Men hóast avbjóðingar á vegnum í Hoyvík, so lata tey væl at, greiðir Jónleif Johannesen frá.

 

Allur poddurin kann hoyrast her:

https://nordlysid.fo/tidindi/88109/co-teaching-og-stoddfrodi-i-verki

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…