Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein fotosafaritúrur um Mykines (1. partur)

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  18.07.2025 - 20:02 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Hósdagin í vikunu valdu vit tríggir, undirritaði, Hans Hjalti Skaale og Ásmundur Joensen at fara við báti Ásmundar úr Vestmanna.

Vit tríggir hava troytt sjógvin nógv í nærumhvørvinum, tó bert til egið undirhalds og til mat á borði hjá húsið okkara. Fyri árum síðani gjørdu vit ein túr við fýramannafarinum kring Norðoyggjar, og tá kom upp, at vit áttu at fari ein túr kring Mykines. Tað tók tíð til hetta kom í lag, men hósdagin í vikuni bleiv ætlanin so gjørd til veruleika.

Klokkan var valla farin av átta um morgunin, tá vit stevndu út av Vestmanna. Veðrið var frálíkt og skjótt gekk norður ígjøgnum Vestmannasund fram við Slættanestanga um Ritunøvuna yvir á Tjørnunes og um Barið.

Síðani beina kós á Mykines og nú byrjaði fuglalívið at fanga okkara áhuga. Á ferðini var fult av lunda, lomviga, skarvi, havhesti másum. Ja tú fekst næstan varhugan av, at tú vart komin í annan heim. Nógvur kópur var eisini at síggja, men longur suður eystureftir vit komu meira fuglalív var at síggja. Ótrúligt var at síggja rókina við súlu eftir at kalla hølum hólmanum. at súlan og lomvigin búleikast á somu rók, kom okkum dátt við, tí hesi bæði fuglasløgini sóu út, sum tey samdust sum góðir grannar. Í fuglalandinum á Hólmanum gingu fólk, sum helst gjørdu kanningar um lundan. Sum sæst á myndunum, so sýnist lundin at vera væl fyri í hesum økinum.

Hetta var ein túrur, sum veruliga fekk okkum at hugsa um okkara fuglastovn. Seinastu árini hevur nógv verið tosa uppundir, at sjófuglurin fækkaðist um okkara leiðir. Men í hesum økinum sær í løtuni ikki út, sum um fuglurin hevur ætlanir at gloyma okkum enn, í hvussu so er.

Meira seinni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið