Lýsing
Lýsing
Lýsing

Cirkus Arena aftur í Føroyum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.07.2025 - 18:07 Mentan Vinna

Nú hevur tú møguleika at geva allari familjuni eina ógloymandi uppliving. Cirkus Arena vitjar stórhøllina við Tjarnir við síni 70 ára føðingardagsframsýning. Tað verða tey bæði Bubber og Malene Qvist, sum fara at standa á odda fyri framførsluni.

 

Í 70 ár hevur Cirkus Arena verið millum fremstu sirkus í norðanlondum. Tey hava í fleiri umførum vitjað í Føroyum, og nú koma tey aftur við eini ógloymandi føðingardagsframførslu fyri alla familjuna.

Saman við Bubber og Malene verður møguligt at uppliva tað besta, sum sirkusheimurin hevur at bjóða. Talan verður um viðurslønt heimsnøvn, sum fara at framføra við Tjarnir.

 

Ársins sirkusframførsla

Tey, sum leita sær niðan í stórhøllina við Tjarnir, verða vitni til eina hugtakandi framførslu. Møguleiki verður at síggja og uppliva línudans, jonglørar, hugtakandi luftakrobatik og ikki at gloyma framúrskarandi klovnarnar. Alt hetta kryddað við tónleiki av besta slagi. Til samans eiga tey framførandi heili 40 heimsmet. Hetta verður løtan, sum øll fara at tosa um.

Talan er um tveir tímar við besta hugsandi undirhaldi. Ein ógloymandi løta, sum savnar alla familjuna til eina stuttliga og lívsjáttandi uppliving. 

 

Gleð teg til Sirkus Arena við Tjarnir

- Vit eru sera fegin um at kunna bjóða Cirkus Arena vælkomið aftur til Føroya. Hetta verður ein heilt serlig uppliving, og vit gleða okkum at bjóða føroyingum í øllum aldri til framførsluna við Tjarnir, sum verður leygardagin 6. september, sigur Regin W. Dalsgaard, stjóri við Tjarnir.

Atgongumerkjasølan til Cirkus Arena byrjar mikudagin 23. juli kl. 12 á www.tjarnir.fo.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinasta paradís á jørð í 22 biografum í…
Petur á Roykheyggi talar í Betesda sunnu…
Talvudagur fyri Føroysku Sjómansmissióni…
Tvíkiljan Ennisskarð handað Bakkafrosti
G! er útselt
Nú verður FM-finala á ólavsøku millum Kl…
Cirkus Arena aftur í Føroyum
Einans 100 atgongumerki eftir
Fabrizio Romano um KÍ og Klaksvík - WOW!
Svein Rógvi tippar Vestanstevnuróðurin
Súnhild Langgaard er borgari nr. 1600 í…
Ein fotosafaritúrur um Mykines (Seinni p…
Ein fotosafaritúrur um Mykines (1. partu…
Umfatandi eftirlits­kann­ingar av línuskip…
10. ferð at KÍ kemur víðari í altjóða fó…
Samrøða við Hallur Joensen
Video: KÍ 2 - 0 SJK Seinäjoki
Gongur væl við KG
Norðborg á Norð­havnina
Borgar­stjó­rin heilsaði upp á gullvinnara…