Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú verður FM-finala á ólavsøku millum Klaksvíking og Havnarbátin

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  19.07.2025 - 19:01 Ítrottur Tíðindi

Havnarbáturin vann stórsigur á vestanstevnu, og tað merkir, at tað verður finala millum Klaksvíking og Havnarbátin á ólavsøku.

Tað byrjaði javnt fyrstu tøkini, men so fór Havnarbáturin ein skut framum og tann leiðslan helt nærum allan vegin til eini 100 metrar vóru eftir. Onkra løtu styttist og onkra løtu longdist, men ikki nógv. Havnarbáturin hevði betra endaspurtin síðstu 100 metrarnar og longdi til eina knappa bátslongd aftur til Klaksvíking. Norðingur megnaði ikki at fylgja hinum báðum í dag. Nú verður FM-finala á ólavsøku, har tann sum endar frammanfyri av Klaksvíkingi ella Havnarbátinum vinnur FM 2025.

Eitt sum er áhugavert við Havnarbátinum er, at til varmakeldu mátti ein broyting gerast óvæntað beint áðrenn stevnudagin. Eykamaður kom við og onkur skifti pláss, men Havnarbáturin vann greiðan sigur. Á fjarðastevnu fóru teir aftur til vanligu manningina og samansetingina, men tá vann Klaksvíkingur. Í dag hevði Havnarbáturin tikið avleiðingarnar og fór aftur til manning og samanseting frá varmakeldu og so bleiv úrslitið tað sama sum tá. Hóast greiður munur var á til endans í dag, so er lagt upp til eina spennandi finalu á ólavsøku, tí vit hava sæð, at bátarnir hava skift um at vunnið, hóast onkrir sigrar hjá báðum hava verið sannførandi. Ein finala hjá 10-mannaførum hevur ikki verið í nógv ár og millum Klaksvíking og Havnarbátin hevur hon ikki verið nakrantið yvirhøvur. Hetta eru eisini teir báðir mest vinnandi bátarnir hjá 10-mannaførum søguliga sæð, men teir hava havt sínar stórheitstíðir ymisk tíðarskeið.

KRF vann ein sigur á vestanstevnu, tá Fípan Fagra hjá U16 vann aftur og hevur fult stigatal. NHR vann eisini ein sigur, tá Sundabáturin somuleiðis vann og hevur fult stigatal.

Nú eru níggju dagar til róðurin á ólavsøku og spælir veðrið við, so er ikki óhugsandi, at vit fáa áskoðaramet tann dagin, nú finala er á skránni millum Havnarbátin og Klaksvíking.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Petur á Roykheyggi talar í Betesda sunnu…
Talvudagur fyri Føroysku Sjómansmissióni…
Tvíkiljan Ennisskarð handað Bakkafrosti
G! er útselt
Nú verður FM-finala á ólavsøku millum Kl…
Cirkus Arena aftur í Føroyum
Einans 100 atgongumerki eftir
Fabrizio Romano um KÍ og Klaksvík - WOW!
Svein Rógvi tippar Vestanstevnuróðurin
Súnhild Langgaard er borgari nr. 1600 í…
Ein fotosafaritúrur um Mykines (Seinni p…
Ein fotosafaritúrur um Mykines (1. partu…
Umfatandi eftirlits­kann­ingar av línuskip…
10. ferð at KÍ kemur víðari í altjóða fó…
Samrøða við Hallur Joensen
Video: KÍ 2 - 0 SJK Seinäjoki
Gongur væl við KG
Norðborg á Norð­havnina
Borgar­stjó­rin heilsaði upp á gullvinnara…
Tollstríðið órógvar handilin