Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Takkarheilsan í sambandi við Friðargonguna í gjárkvøldið

SKRIVAÐ: Henrik Weihe Joensen, fyriskipari  |  25.07.2025 - 10:57 Myndarøð Tíðindaskriv

Tøkk til tykkum mongu góðu fólk, røðarar og tónleikarar, sum luttóku í sambandi við Friðargonguna í Tórshavn í gjárkvøldið 24. juli, ið enn sum áður hevði til endamáls, at seta vápnahvíld og friðartilgongdir á breddan heldur enn kríggj og vápnadubbing. 

 
Í Friðargonguni vístu vit í felag, og í friði, samkenslu við teimum líðandi í Ukraina, Palestina, Ísrael og øðrum londum, har yvirgangur og kríggj herja. Samtíðis vildu vit við Friðargonguni gera løgting, landsstýri og donsku stjórnina varug við týdningin, at tey meira virksamt enn higartil stuðla vápnahvíld og friðartilgongdum í krígsraktu londunum, umframt at halda aftur við at vápnadubba. 
 
Vónandi kann Friðargongan vera lívgevandi fyri tey mongu óseku fólk - børn, kvinnur og menn - sivil og herfólk - sum líða neyð í kríggi og yvirgangi - og kann vera eitt positivt friðarklípi til at heimsins fólkasløg eru hjartagóð við vina- heldur enn fíggindamyndum.
 
 "Ein verð við fjølmongum vápnum
 kann vraka summarið og røddina,
 sum titrar og heldur fram, 
 ella tagnar friðarliga."
 
 

Vegna Føroyingar fyri friði
Henrik Weihe Joensen, fyriskipari

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ hevur fingið tilgongd?
Javnstøða á báðum vallistu­num hjá Tjóðve…
Tann einligi forsyrgja­rin skal hjálpast,…
Føroyar Framá við Fólka­flokkinum
Viðgerðartrygd
Okkara skylda at fáa røktina at røkka
Skrivaði Putin tíðindini í útvarpi­num?
Greining: Fólkið ynskir gávuregnið
Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan…
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokning­ina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Valfundur í Smæruni týsdagin kl. 15.00
Veðrið um vikuskiftið
Stóra valblaðið í gerð
Ákæruvaldið kært dómin um valsvik í Oynd…
Nýggj útbúgvingar­skipan má til!
Lýsing