Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tilgjørd mynd | Mynd: Jóhann Lützen

Virkandi borgarstjórin: Mær dámar væl litir og list í býarrúminum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.07.2025 - 08:50 Mentan Politikkur Tíðindi

Vit hava spurt Anniku Steintórsdóttir Biskopstø um Klaksvíkar kommuna fer at mála LGBT farvir á okkurt vegastrekki í Klaksvík

 

Til ársins Pride málaðu býráðslimir í Tórshavnar kommunu eitt vegastrekki í Gundadali við LGBT litum. Hetta er fyri at vísa hesum minnilutabólki stuðul í almenna rúminum og tað sæst eisini í øðrum londum. 

Vit spurdu Anniku Steintórsdóttir Biskopstø, virkandi borgarstjóra um vit kunnu vænta líknandi átak í Klaksvík. 

- Mær vitandi er hatta í sambandi við Pride-gonguna, og er helst við íblástri úr Íslandi, har man sær líknandi gøtur. Tað liggur ikki í kortunum at vit í Klaksvíkar kommunu fáa ein litríkan veg í løtuni, men persónliga dámar mær væl litir og list í býarrúminum, sigur Annika við Norðlýsið. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyingar­nir komnir á vøllin
Hvussu dagarnir longjast
Vit lata upp í nýggjum hølum
Tøkk - Hergar Torbjarnarson Hansen
Maria Corina Machado givið Trump friðarh…
Gott veður í Klaksvík
Upptakt til EM 2026
ÍtróttaFAGNAÐU­RIN í Varpinum í Klaksvík
Bátarnir fáa nógvan fisk
Við í Snipp Snapp
Blue Water Shipping yvirtekur fraktvirks…
Sera nógvar bíleggi­nar á KG
Oddvør Josephsen sett tvey føroysk met
Badminton: Føroyska landsliðið skal til…
Listasavnið fekk stórfingna gávu
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
Borgar­stjó­rin ger status
NámX úr Tórshavn á vitjan
Tey hugna sær á skoytubreytini
Leikarakall (Casting Call) til mytiskan…