Lýsing
Lýsing
Lýsing

U19 landsliðini í sandflogbólti dystast í Dublin um vikuskifti

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  31.07.2025 - 23:06 Ítrottur Tíðindi

Tað eru Hákun Nón og Rani Ákason úr ÍF, sum manna mannsliðið og Maria Teresa Vitalis og Osla Johannesen úr Mjølni, sum manna kvinnuliðið

 

Talan er um undankapping til U20 EM kapping í 2026.

Undankappingarnar eru skipaðar sum økisundankapping. Føroysku liðini luttaka í SCA økinum, sum er ein bólkur av smærri londum í CEV. Vinnandi liðið fær rættin til at luttaka í EM endakappingini, sum verður í 2026.

Hákun og Rani eru komnir í innleiðandi bólk við Skotlandi og Andorra, sum tykist sum ein sterkur bólkur. Hákun og Rani leggja fyri kl. 12.30 ímóti Skotlandi og leika kl. 18.00 ímóti Andorra. 

Maria Teresa og Osla eru komnar í innleiðandi bólk við Írlandi og Norðurírlandi. Maria Teresa og Osla leika teirra fyrsta dyst ímóti Írlandi kl. 16.20 og kl.18.00 hitta tær Norðurírland.

Leygardagin eru fjórðingsfinalur og møguligur playoff dystur fyri at koma í fjórðingsfinalurnar. Sama dag eru eisini hálvfinalur og finalur.

Dystirnir kunnu síggjast á youtube rásini hjá Volleyball Ireland: https://www.youtube.com/@VolleyballIrelandVLY/streams

Lýsing
Seinastu tíðindini
Leikarar og áskoðarar fagnaðu hvørøðrum
Óli er grammur í huga
Havnar­gentan kvøður í Unity Arena
Inntøkur­nar í Eystur- og Sandoyar­tunlinu…
Upplagt at vitja Skríggj
Torradagar aftur á skrá
Ráðið fyri Ferðslutrygd 50 ár!
1950 árini vóru tung hjá kommunustýru­num…
Tjóðsangu­rin í Oslo
Veðrið í viku
Oslo var einaferð høvuðsstaður hjá Føroy…
Røða hjá Sirið Stenberg, lands­stýriskvin…
10'ari á veg til KÍ
Onnur kunnu tosa KÍ niður - ikki vit!!
Áhugaverdur fyrilestur í Smæruni
Nú hevur KÍ kunngjørt Dávid
10.000 pund á 32 stampum
Norðmenn vitja Amerika
VIMA - Upplatingartilboð - allar vørur -…
Dávid Reynheim nærkast KÍ