Latið Trump, Zelensky og NATO - men ikki Løgtingið – knúlva Putin
Tað er deyðin, um Føroyar klossa okkara rættindi í Barentshavinum burtur, verd 500 mió kr brutto, og okkara útflutning av pelagiskum fiskavørum fyri 1,2 mia kr.
Í fótbólti er stak óheppið at gera sjálvmál.
Eini væl kend gomul hyggjuráð eru: Bít ikki hondina, ið føðir teg.
Hugsi ofta um vísdómin og egináhugan í hesum orðatakinum, nú løgtings- og landstýrisfólk aftur eru farin at buldra á krígstrummur ímóti Ruslandi.
Tað er sum at hoyra loppu goyggja.
4-5 stór føroysk skip (nøkur nýggj í 100-tals mió prísflokki) skulu gjaldast aftur við lønandi fiskiskapi, hvørt við 30-40 monnum, familjum og 100-tals intøkum á landi.
Russiska kríggið í Ukraina kundi kostað Føroyum1 mia kr árliga í mistum søluvirði av alilaksi eftir 2023.
Men Bakkafrost hevði lukkutíð dirvi og evni at finna aðrar marknaðir..
ES-lond keypa enn fyri mia kr av olju úr Ruslandi uttan at spyrja Føroyar eftir.
ES við nærum 500 mió íbúgvum hevur altíð verið ein tollskansi ímóti Føroyum og førdi enntá mánaðalangt handilskríggj ímóti okkum 50.000 sálum í Atlantshavi.
Føroyar hava ikki ráð til at ‘revsa russar’ og missa pelagiskan útflutning til Ruslands fyri 1,2 mia kr og tosk/rækjur í Barentshavinum fyri uml. 500 mió kr í virði árliga.
Mistu vit tað av kleyvarskapi, var tað ikki bert eitt føroyskt sjálvmál, men vinnuligt sjálvmorð.
Rusland missir einki av, at vit banna 2 russiskum skipum inn í føroyskan sjógv, bert tí at Norra spælir við vøddunum.
Nær hava norðmenn spurt føroyingar eftir um nakað?
Samvitskubit um sovjetsáttmálan í 1977
Mong svølgdu við ampa í 1977 føroyska fiskiveiðisáttmálan við Sovjet (og Noreg) eystanfyri, tá sjálvur Alexander Ishkov vitjaði Føroyar.
Hann var tá heimsins máttmesti fiskimálaráðharri. Síðan hevur eisini hansara eftirmaður vitjað Føroyar og Bakkafrost fyri eini 10 árum síðan.
Men aftur til upprunaligu fiskiavtaluna við Sovjet (og Norra).
Í 1977 ræddust vit at missa frían fiskiskap í Norðurhøvum eftir útflutt fiskimørk kring okkum og at skula liva av tí lítla ‘akvarium’, ið vit bliva stongd inni í.
Ein kann spyrja: Høvdu vit fingið tað sama burturúr bert frá Noreg eftir 1977?
Svarið man vera eitt samfelt nei!
Tí gjørdu Føroyar sáttmála við Sovjet (og Norra) í 1977 og hava enn gagn av honum..
Norra skákaði sær annars í ein mansaldur undan at gera góðar avtalur við Føroyar um svartkjaft, makrel og sild.
Stórpolitiskt var Sovjet tá verri hóttan móti heimsfriðinum, enn Rusland er í dag.
Vit ræddust Stalin, Krustchov, Breznev & Co í sovjettíðini meiri, enn vit ræðast Putin (‘lítla Stalin’) í dag. Gamli Stalin drap jú 30 mió av sínum egna fólki.
Síðst í 1970-unum setti Sovjet 100-tals SS-20 rakettir upp, hvør við 10 atomløðingum, eystan fyri Jarntjaldið og kríggjaðist í 9 ymsum lond kring heim.
Sovjet fíggjaði kommunistiskar ‘friðar’rørslur í Vesturlondum, eisini Føroyum.
Okkara ‘friðardýr’ mótmæltu bert NATO og ikki Sovjet.
Tá steðgaðu Reagan, Thatcher, Schmidt, Kohl og Jóannes Páll II (pávi) tí ‘ónda imperiinum’ fyri eystan við búskaparvøkstri og hernardubbing, til Sovjet og teirra sosialisma lógu á søgunar øskudunga.
Livdu av Føroya-leiðunum, statsstuðli og lántøku
Føroyingar livdu mest av at tamba og toyggja Føroya-leiðirnar frá 1977 til búskaparliga krasjið í 1992.
Okkara útflutningsvirði øktist tey árini úr eini 800 mió kr upp í 2.300 mió kr (mest inflatión) við 100-tals mió kr í árligum studningi til høvuðsvinnuna og við 1.000 mió kr í árligum donskum statsstuðli).
Fíggjarlógin øktist úr eini 500 mió kr í 1977 upp í 3.000 mió kr í 1992.
Men frá 1989-1992 lænti landskassin 500 mió kr árliga til rakstur, og Føroyar skyldaðu íalt 9.000 mió kr, væl meiri enn okkara BTÚ.
Fiskivinnan mentist frá miðum 90-árunum. Alivinnan gekk tá upp og niður.
Men ikki fyrrenn eftir 2010 tóku ali- og uppsjóarvinnan dik á seg, so útflutningsvirði Føroya 2-faldaðist úr 7 mia kr í 2010 upp um 12 mia kr eftir 2022.
Obs! Hesi árini var flotin í Barentshavinum, nøkur nóta- og rækjuskip einasti parturin av føroyska fiskiflotanum, ið støðugt bar seg fíggjarliga.
Alivinnan eigur lívið í okkum við 7 mia kr í útflutningsvirði. (Gud havi lov fyri hana).
Uttan hana føddu Føroyar 1000-tals færri fólk enn nú.
Nú er fíggjarlógin farin upp um 7 mia kr, og komunanna fíggjarorka um 2,5 mia kr.
Danski blokkurin er enn 600 mió kr, men er lutfalsliga fallin úr 40% av fíggjarlógini til 2002 niður í 8% n. Aðrar danskar útreiðslur eru 400 mió kr til føroysk endamál).
Samanumtikið hava Føroyar verið signaðar við egnum inntøkum og fíggjarorku.
Tó er tað gjøðið, ja ábyrgdarleyst, at landstýri og samgonga bjóða Ruslandi av.
Putin ongan kjans móti Trump
Nú hevur Trump gjørt tað bragd at tvinga og savna tey uml 30 NATO-londini til at 2-falda sínar pengajáttanir til verju- og til vápnadubbing til 5% av BTÚ
Nú hevur Trump tikið homluband í hond og fer saman við Zelensky og NATO at lemja Putin av. Um tað kostar Ukraina eystaru rondina av landinum, so verður tað ein lætti at sleppa av við tær 8 mió russar, ið Stalin setti niður har.
Tey, sum líða av patologiskum TDS (Trump Ørsku), fara tó aldri at takka Trump fyri at hjarga Ukraina, Evropa og heiminum úr okkara mátt- og ráðaloysi í fjórðingsøld.
Tað KGB-útbúna, blóðtysta bartrogið, Putin (við Stalin sum fyrimynd), má steðgast í Ukraina. Tey flestu vænta, at nú verður tað skjótt við handils-, toll- og vápnatrýsti.
Men hetta eiga Trump, Zelensky og NATO-lond at klára.... og kki Føroya Løgting ella landstýri!
Vónandi stendur alt NATO saman við Ukraina. Men tað klára tey ikki uttan Trump.
Tað er deyðin, um Føroyar klossa okkara rættindi í Barentshavinum burtur, verd 500 mió kr brutto, og okkara útflutning av pelagiskum fiskavørum fyri 1,2 mia kr.
Óli Breckmann