Lýsing
Lýsing
Lýsing

Uppsjóvarfiskiskapur í Norðuratlantshavi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.09.2025 - 10:07 Tíðindaskriv Vinna

Mikudagin, tann 3. septembur, kl. 14.00 verður næsta tiltakið hjá Ocean Cluster Faroes á Bátasavninum í Leirvík, og hesa ferð snýr tað seg um ymisk viðurskifti viðvíkjandi uppsjóvarfiskiskapi í Norðuratlantshavinum.

 

 

Føroysk fiskiskip fiskaðu uppsjóvarfisk fyri 2,3 milliardir í 2024, og hesi fiskasløgini hava stóran týdning bæði sum matvøra og rávøra til alifóður í altjóða høpi. Hesin fiskiskapurin hevur havt vaksandi búskaparligan týdning í Føroyum, men fleiri avbjóðingar eru, serliga viðvíkjandi vantandi avtalum um býtið av hesum ferðandi fiskastovnum. Hetta førir við sær, at meira verður tikið úr stovnunum enn mett verður lívfrøðiliga burðardygt. Men hvussu kunnu vit nýta nýggj amboð, til at betra um vitanina viðvíkjandi hesum fiskastovnum, og kunnu hesi amboðini nýtast beinleiðis í fiskiskapinum? Hvat halda partarnir um avbjóðingarnar í uppsjóvarfiskiskapi, og hvat kann gerast fyri at loysa tær? Hvussu verður arbeitt við at tillaga fiskiskapin til veðurlagsbroytingar og at minka um oljunýtsluna? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum vera viðgjørdir á tiltakinum.   

Marjun á Fríðriksmørk Berbisá fer at greiða frá spennandi vinnu-phd sínari, sum er eitt samstarv millum Varðan Pelagic og Fróðskaparsetur Føroya. Heitið á framløguni er Umhvørvis DNA – ein nýggjur vegur til vitan. Marjun fer at greiða frá einfaldum amboðum at savna DNA royndir og soleiðis staðfesta, hvørji fiskasløg halda til í einum øki. Hon fer at vísa á, at nýggja mannagongdin ikki bert ávirkar, hvussu vit kunnu granska havumhvørvið, men kann fáa ein avgerandi leiklut á leiðini til ein burðardyggari fiskiskap og umsiting.

 

Síðani fer Mirjam Carlsdóttir Olsen, granskari á Sjókovanum, at leggja fram sjónarmið um uppsjóvarfiskiskap, og hugleiða um hvussu sjónarmið frá áhugapørtum kunnu vera við til at samskapa loysnir til tær avbjóðingarnar, ið standa fyri framman. Framløgan tekur støði í samrøðum við ymiskar áhugapartar úr m.a. vinnulívi, umsiting og gransking, ið eru gjørdar í MarineSabres verkætlanini. Eisini vera sjónarmiðini úr Føroyum samanborin við tey frá samrøðum í Íslandi og Grønlandi.

 

At enda fer Sanna Laksá, búskaparfrøðingur í Sjókovanum, at greiða frá nýggju MeCCAM verkætlanini, sum hevur til endamáls at tillaga evropeiskan fiskiskap til veðurlagsbroytingar, við serligum denti á arbeiðið, sum er viðkomandi fyri uppsjóvarfiskiskap í Norðuratlantshavi.

 

Eisini verður høvi hjá luttakarunum at siga sína hugsan viðvíkjandi nøkrum av evnunum, og soleiðis koma við sínum íkasti til verkætlanararbeiðið. Sum vanligt, so endar tiltakið við einum góðum drekkamunni og práti eftir framløgurnar. 

 

Øll eru vælkomin, men neyðugt er at skráseta seg á heimasíðu Sjókovans her. 

 

Um Ocean Cluster Faroes

Ocean Cluster Faroes er eitt netverk við endamálinum at stimbra nýskapan og burðardygga menning í føroyskum sjófeingisvinnum. Ocean Cluster Faroes skipar fyri tiltøkum um viðkomandi evni fyri føroyskar sjófeingisvinnur. Limir í Ocean Cluster Faroes eru vinnufyritøkur, granskingarstovnar og aðrir áhugapartar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyingar­nir komnir á vøllin
Hvussu dagarnir longjast
Vit lata upp í nýggjum hølum
Tøkk - Hergar Torbjarnarson Hansen
Maria Corina Machado givið Trump friðarh…
Gott veður í Klaksvík
Upptakt til EM 2026
ÍtróttaFAGNAÐU­RIN í Varpinum í Klaksvík
Bátarnir fáa nógvan fisk
Við í Snipp Snapp
Blue Water Shipping yvirtekur fraktvirks…
Sera nógvar bíleggi­nar á KG
Oddvør Josephsen sett tvey føroysk met
Badminton: Føroyska landsliðið skal til…
Listasavnið fekk stórfingna gávu
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
Borgar­stjó­rin ger status
NámX úr Tórshavn á vitjan
Tey hugna sær á skoytubreytini
Leikarakall (Casting Call) til mytiskan…