Lýsing
Lýsing
Lýsing

Betri avlop á 146 mió krónur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.09.2025 - 15:47 Tíðindi

Fyrra hálvárið hevur verið merkt av framhaldandi øktum virksemi hjá bankanum, og úrslitið vísir eitt avlop á 146 mió. krónur eftir skatt.

 

Eftir fleiri ár við hækkandi rentustøði, hevur tað verið lækkandi síðan juni í fjør. Tískil lækka rentuinntøkurnar hjá bankanum eisini fyrra hálvár í ár.

Góða gongdin hjá privat- og vinnukundum hevur tó ført til ein øktan eftirspurning eftir fígging, umframt ein stóran vøkstur í innlánum. Harvið vuksu útlánini við umleið 500 mió. krónur, og innlánini vuksu við umleið 1 milliard krónum fyrra hálvár í ár.

Harumframt hevur bankin havt góð íløguavkast samstundis sum tað er eydnast at halda útreiðslunum niðri. Leiðslan í Betri Banka metir tí hálvársúrslitið at vera nøktandi, men metir tó, at lækkandi renturnar fara at síggjast aftur í úrslitinum við árslok.

“Úrslitið hjá Betri Banka fyrra hálvár er eitt úrslit av, at vit støðugt fáa fleiri kundar, megna at hava tamarhald á útreiðslunum og at tað framvegis er framgongd í føroyska búskapinum.”, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.

 

Hálvárið í stuttum

                         • Úrslitið eftir skatt er 146 mió. krónur
                         • Úrslitið áðrenn skatt er 178 mió. krónur
                         • Fíggjarstøðan javnvigar við 13.550 mió. krónur
                         • Útlánini eru 9.079 mió. krónur
                         • Innlánini eru 10.489 mió. krónur
                         • Eginpeningurin er 2.620 mió. krónur

Tú kanst lesa allan hálvársroknskapin her. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…
Klakkur inni við 190 tonsum