Lýsing
Lýsing
Lýsing

Brøgd og brestir – 10 søguligar frásagnir

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  08.09.2025 - 08:30 Mentan Tíðindaskriv

Forlagið Slóðir gevur í dag út bókina ”Brøgd og brestir – 10 spennandi søguligar frásagnir”, sum Uni Arge hevur skrivað.

 

 

Í bókini eru 10 søguligar frásagnir um hendingar í Føroyum og uttanlands.

Tær snúgva seg um alt frá treystu kvinnuni, ið yvirlivdi tríggjar skipsvanlukkur, til vandamiklan seyðarakstur í Føroya minstu oyggj, Lítlu Dímun.

Her er søgan um føroysku handilsmenninar, sum fóru á heimsframsýning í Bergen í 1898, og frásøgnin um tann harðrenda nazistin, sum á ungum árum vitjaði í Havn.

Vit frætta eisini um, hvussu norsku hjúnini, Helge og Anne Stine Ingstad, prógvaðu í 1960’unum, at norðbúgvar funnu Amerika 500 ár áðrenn Kristoffur Kolumbus.

Úr nýggjari tíð lesa vit um rokmiklu árini 1963 og 1986, og vit fáa søguna um talvflogvitið Bobby Fischer, sum sigraði á Sovjetsamveldinum í 1972.

Søgan um tjóvin, sum gjørdist tjóðarhetja í Danmark í 1949, tí hann gróv ein tunnil úr fongslinum og flýddi, er eisini við, eins og frásøgnin um, hvussu Merkið varð borið fram fyri kong í 1919.

Tekstirnir eru upprunaliga skrivaðir til ljóðmyndir í útvarpinum, men eru lagaðir til bókaútgávu.

Bókin er prýdd við fitt av myndum, sum styðja upp undir frásagnirnar. Hon er 176 síður til longdar og lætt lisin. Umbrótingini stóð Hannis Egholm fyri.

Hetta er 11. bókin hjá Una Arge, síðan fyrsta bók hansara kom út í 2004.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…