Lýsing
Lýsing
Lýsing

Team Rynkeby súkklar frá Wenzel til Tjarnir 20. September

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  08.09.2025 - 15:20 Ítrottur Tíðindi

Í sambandi við 100 ára føðingardagin hjá Wenzel, fer Team Rynkeby at súkkla frá Wenzel til Tjarnir. Øll eru hjartaliga vælkomin við. Møtt verður í Wenzel kl. 11.00, síðani byrjar súkklutúrurin kl. 11.30.

 

Súkklingin hjá Team Rynkeby hevur eitt gott endamál - at savna pening inn til børn við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra. Tað er grunnur hjá Krabbameinsfelagnum, sum umsitur peningin. Harafturat súkklar Team Rynkeby fyri heilsuna og at koma í form. 

Team Rynkeby hevur ein sterkan felagsskap, sum øll kunnu hava gott av. 

20. september ber til at súkkla í hesum felagsskapi, fáa fríska luft og røra seg. Grundstólparnir hjá Team Rynkeby eru venjing, stuttleiki og umsorgan. 

- Øll eru hjartaliga vælkomin at súkkla við. Børn, ung, vaksin og eldri. Vit súkkla ein róligan túr, so øll kunnu vera við. So tak súkkluna, mammuna, pápan, ommuna, abban, systkin ella vinir við tær og kom og súkkla, sigur Rúni Djurhuus, stjóri í Wenzel.
 

Wenzel bjóðar øllum súkklarum okkurt gott. Tá súkklararnir eru komnir niðan til Tjarnir, er opið hús fram til kl. 14.00 við m.a. ókeypis barnalandi, hoppiborgum, undirhaldi og góðum tilboðum. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið