Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Feðgar hava ment eina nýggja tónleikaapp við heitinum Beatnickel

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.10.2025 - 08:30 Myndarøð Tíðindi Vinna

Føroyar hava eitt sterkt tónleikalív við festivalum, konsertum og einum livandi ungdómsumhvørvi. Nú kemur eisini ein nýggj talgild loysn, sum ger tað lættari hjá tónleikarum og bólkum at finna hvønn annan og skipa tónleikatilveruna. Tað eru feðgarnir, Óli á Deild Olsen og Gleb Olsen, sum hava ment Beatnickel, eina app, sum teir vóna, at føroyski tónleikaheimurin fer at taka til sín.

 

 

Netverk fyri tónleikarar og bólkar

Við Beatnickel kunnu tónleikarar lættliga finna nýggjar bólkar at spæla við, og bólkar kunnu finna tónleikarar, sum teir mangla til bólkin. Nýggja funktiónin Smart Match finnur sjálv tónleikarar og bólkar, sum passa saman, og soleiðis ger tað lættari at finna røttu samstarvsfelagarnar.

Ein talgildur amboðskassi
Umframt netverkspartin hevur Beatnickel eisini amboð, sum savna tær praktisku uppgávurnar hjá tónleikarunum á einum stað:

●      Smart Import: Innflyt sangir og settlistir beinleiðis av netinum og spar tíð.

●      Sangaskrá: Goym allar sangir og løg á einum stað.

●      Settlistir: Ger og deil settlistir við allan bólkin.

●      Venjingarskipan: Skipað fyri venjingum og boða frá til allar limirnar.

●      Konsertstýring: Fá yvirlit yvir, nær og hvar spælt verður.

●      Túryvirlit: Ger eina samlaða ætlan fyri konsertir, ferðadagar og frídaga.

 


”Vit vilja gera tað lættari at vera tónleikari. Tíðin eigur at fara til tónleikin, ikki til logistikk. Tí hava vit ment funktiónir sum Smart Import og Smart Match, ið savna tey amboð, vit sjálvi hava saknað, í eina app,” sigur Óli á Deild Olsen, stovnari av Beatnickel, royndur íverkseti og trummusláari, sum eisini hevur verið virkin í føroyska tónleikalívinum í fleiri áratíggju.


”Sum mennari havi eg havt ynski um at byggja eina platform, har tøkni veruliga stuðlar felagsskapi. Beatnickel er bert byrjað, og vit gleða okkum at menna appina saman við tónleikarum í Føroyum líka so væl sum í Danmark,” sigur Gleb Olsen, menningarleiðari og stovnari saman við pápanum.

Áheitan til føroyskar tónleikarar

Beatnickel er í byrjanarfasuni, og stovnararnir heita á føroysku tónleikararnar um at vera við til at mynda framtíðina hjá appini.

Appin kann heintast á: www.beatnickel.com

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyska málið og mentanin fyri hóttafal…
Míni hjartamál: Strika 8000kr, útleigara…
Løgtingsvalið: Norðlýsið on Tour
Kvinnu­ungl­ingar: Mjølnir er føroyameista…
- Sirið og eg kunnu seta rekord
Leivur Øssursson TG 32
Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenber…
FM-stríðið fær fyrstu stóru ábendingina
Johnny um dýr vallyfti: Hetta skalt tú k…
Í kvøld spælir Team Klaksvík síðsta dyst…
Nevndarval á Herluf's Kafé
FC Suðuroy bjóðar til fótbóltsskúla í pá…
Kapitalisma - Skipanin ið lønar tær fyri…
Útróðurin má fáa betri treytir!
KÍ fingið styrk úr brasilia
Duopol í føroyskari telving
Forboð hjá ungum at brúka sosialar miðla…
Rasmus Seebach á Summar Festivalin
Fingrar­nar vekk frá SEV!
KÍ hevur fingið tilgongd?
Lýsing