Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

- Vinmenninir spældu hund

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen, Myndir: Dávur Winther  |  02.10.2025 - 22:00 Mentan Myndarøð Tíðindi

segði Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum millum annað skemtiliga í røðu sínari, tá almenn móttøka var í Rótini í dag. Vit prenta røðuna niðanfyri

 

Góðu tit øll

Tað er mær ein stórur heiður at standa her í dag, til almenna móttøkuna hjá Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík.

Hetta er ein stór hending fyri Klaksvíkina, og tað hevur stóran týdning fyri okkum øll, at hava ein skúla sum hendan í kommununi.

Hann gevur ungdóminum góðar møguleikar, og styrkir bæði lokalsamfelagið og framtíðar menningina í økinum.

Øll í Klaksvík hava upp á ein ella annan máta okkurt tilknýti til Húsarhaldsskúlan. Bæði í tann mun at ungir mans koyrdu mangar biltúrar út á Bumshamar fyri at forvitnast um hvørjar fitta dámur vóru byrjaðar á skúlanum, og eisini hava flestu fólk onkran í familjuni, sum hevur gingið har.

Systir mín hevur gingið á skúlanum, og mamma mín tók til tíðir onkur skeið, sum Jóhanna bjóðaði út. Og trúgv tað ella ei, so fekk eg, sum ungur fyri uml. 20 árum síðani eitt bræv frá Jóhannu, har tað stóð, “at tey takkaðu fyri umsóknina, og at tað var teimum ein gleði at fortelja, at eg var upptikin til næsta skúlaár hjá Húsarhaldsskúla Føroya”.

Eg hevði ikki sjálvur hevði søkt. Tað vóru vinmenninir, sum høvdu spælt hund. Tað hildu teir vera sera stuttligt, serliga tá teir frættu at eg var sloppin inn.

Eg mátti tí ringja til Jóhannu og greiða frá, hvussu var, og siga við hana, at hon ikki skuldi vænta at síggja meg til fyrsta skúladag . So hon kundi geva plássið til ein annan umsøkjara, um so var.

Í dag umboði eg Bústaðir. Vit eru partur av hesi verkætlan. Vit eiga tað, sum vit kalla vistarpartin, sum eru kømrini, har er pláss til 35 næmingar. Men eg kenni eisini hesa verkætlan frá aðrari síðu. Tá verkætlanin var undir fyrireiking og skuldi byrja, var eg tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu, og var partur av fylgibólkinum, sum var knýttur til hesa verkætlan.

Tá byrjanin, ella at sleppa byrja var so hart, var tað var eyka stuttligt at síggja, hvussu arbeiðið stig fyri stig, tók skap.

Nú umboðandi Bústaðir, kann eg staðfesta, at vit eru sera væl nøgd við tað, sum vit hava fingið leverað.

Hetta hevur verið eitt spennandi samstarv, og samskiftið millum partarnar, hevur gingið sera gott frá byrjan til enda.

So fari eg at ynskja Jóhannu hjartaliga tillukku við skúlanum, og takka fyri gott samstarv gjøgnum alla hesa tilgongdina.

Eg síggi fram til framhaldandi gott samstarv okkara ímillum.

Takk fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóla­sangløta við Betesdakórinum
Treysti: Móttøka fyri Julian Gregersen
Søkja eftir stjóra til KG
Mjølnir vann á oddalið­num SÍ, og KÍF van…
Føroyingar skulu arbeiða longri
Hamradun spælir á Summar Festivalinum
Eftir dygga mótstøðu frá ÍF vann Mjølnir…
Hetta sigur Jóannes Bjartalíð um sína fr…
Kvotan í botn – veiðigjaldið í topp
Team Klaksvík vann fyrsta stigið
Mjølnir spælir toppdyst kl. 16
Veðrið í vikuni
Salamiferðin hjá Trump - nú Europa er bl…
Portørar­nir frá KS vitja 4. flokk
Fiasko úr enda í annan
Fiasko úr enda í annan
Viðareiðis­tunnilin letur upp aftur í dag…
Ljós í myrkri
Jóla luksus loppir í Badminton­høllini
Starvs­venjing á Veðurstovuni