Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Í morgin kann KÍ vinna FM nr. 22 í søgu felagsins

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  02.10.2025 - 20:08 Ítrottur Tíðindi

Vinnur KÍ í Sørvági, so er liðið føroyameistari fyri 22. ferð í søgu felagsins.

HB eigur metið við 24 FM, men KÍ nærkast og kann tryggja sær fjórða meistaraheitið síðani HB vann sítt síðsta í 2020.

Skal KÍ tryggja sær FM í Sørvági, so krevst at KÍ vinnur á 07 Vestur, um NSÍ fær fulla úrtøku móti B36. Tann dysturin byrjar hálvan tíma áðrenn.

Tað er ikki vist, at KÍ fær nakran lættan dyst, tí KÍ hevur ikki spælt við somu styrki eftir summarsteðgin og móti B68 seinast var nær við, at KÍ tapti. Verður avrikið hjá KÍ ikki betri enn á Svangaskarði, so er ikki vist, at KÍ vinnur FM hetta umfarið, tí 07 Vestur spælir fyri lívinum og liggur undir niðurflytingartstrikuni undan 25. umfari.

Tí er lagt upp til ein spennandi dyst og uttan iva eina stóra innrás av spentum norðoyingum, sum uttan iva ynskja at fáa meistaraheitið í hús áðrenn 26. umfar, tá trýst kann koma á, tí í síðsta umfari møtast NSÍ-KÍ í Runavík.

07 Vestur-KÍ byrja at spæla kl. 19.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyingar­nir komnir á vøllin
Hvussu dagarnir longjast
Vit lata upp í nýggjum hølum
Tøkk - Hergar Torbjarnarson Hansen
Maria Corina Machado givið Trump friðarh…
Gott veður í Klaksvík
Upptakt til EM 2026
ÍtróttaFAGNAÐU­RIN í Varpinum í Klaksvík
Bátarnir fáa nógvan fisk
Við í Snipp Snapp
Blue Water Shipping yvirtekur fraktvirks…
Sera nógvar bíleggi­nar á KG
Oddvør Josephsen sett tvey føroysk met
Badminton: Føroyska landsliðið skal til…
Listasavnið fekk stórfingna gávu
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
Borgar­stjó­rin ger status
NámX úr Tórshavn á vitjan
Tey hugna sær á skoytubreytini
Leikarakall (Casting Call) til mytiskan…