Lýsing
Lýsing
Lýsing
Landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum fegnaðist um snotuligu karmarnar | Mynd: Oliver Joensen

- Handverk gevur ró, gleði og evni til at hugsavna seg

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.10.2025 - 22:44 Tíðindi

segði Djóni Nolsøe Joensen millum annað í røðu sínari, tá Rótin skipaði fyri almennari móttøku í Klaksvík. Vit prenta røðuna niðanfyri.

 

 

Hátíðarhald í nýggja Húsarhaldsskúlanum – 2. okt. 2025

 

 

Góðu tit

“Sig mær, og eg gloymi. Vís mær, og eg minnist. Inndraga meg, og eg læri.”

Hetta orðatakið er tað, sum rennur mær fyrst í hug, tá eg hugsi um Húsarhaldsskúlan.

Inndragilsi, ella viðvirkan, er jú andadrátturin í hesum skúla.

Her í skúlanum lærir næmingurin at røkja og handfara okkara egna tilfeingi – bæði tá talan er um mat og handverk - og er hetta at síggja sum meir enn bara førleikar til tann einstaka næmingin, men er eisini ein íløga í framtíðar Føroyar.

Tá vit skilja virðið av tí, sum vit hava rundan um okkum, ja so veksur okkara virðing og ábyrgdarkensla eisini fyri tilfeinginum, og er hetta nakað, sum er sera týdningarmikið, eisini sæð við burðardyggum brillum.

Vit vita, at handverk er meir enn bara nakrir praktiskir førleikar – handverk gevur nevniliga ró, gleði og evni til at hugsavna seg á ein serligan hátt. Og júst hetta, at hugsavna seg um nakað, er so sera umráðandi fyri okkum øll, ikki minst fyri okkara ungdóm, sum veksur upp í einum umheimi, har alt gongur við rúkandi ferð.

Ein húsarhaldsskúli er meira enn bara ein skúli – hann er tann grundvøllurin, sum langtíðar vinabond eru grundað á.

Í útvarpssendingini “ Við Tórði á túri” í september mánaði í ár,  varð ljós varpað á, hvussu nakrar kvinnur, sum fyri 68 árum síðani vóru á húsarhaldsskúla í Haslev, enn halda saman, hóast tær nú eru í áttati- og nítiárunum.

Hesar kvinnur máttu av landinum fyri at koma á húsarhaldsskúla, men longu miðskeiðis í 70´unum gjørdist tað møguligt at koma á húsarhaldsskúla her í Klaksvík, og hava yvir 1200 næmingar nú gingið í hesum skúla.

Nú eru fysisku umstøðurnar nógv broyttar, og tit hava fingið góð og hugnalig hølir at virka í. Sum landsstýrismaður fegnist eg yvir hetta, og eg ivist ikki í, at hesi hølir frameftir eisini fara at virka fyri, at skúlin kemur at liva upp til sítt slagorð, sum framgongur á heimasíðu tykkara, og sum eru hesi : heimligt – hugnaligt- herligt.

Eg ynski skúlanum alt tað besta og Guðs signing yvir framtíðina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jórun & Jórun ársins ítróttaeldsálir
Mjølnir STEYPAVINNARAR 
Kundi valla verið verri
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…
“Orð Guds” Møtirøð 6.-8. februar í Berøa…
Veðrið um vikuskiftið
Torrablaðið í gerð
BÓNUS steypafinalur fyri yngri leikarar…
Ummæli: Framtíðin er í góðum røddum
Styrkt samstarv um vinnukavara­útbúgvinga…