
Dystarveðrið 07 Vestur – KÍ
Tað er eitt sindur trupult at skil á veðrinum fyri tíðina. Eisini í dag. Í morgin lá hann inn eftir vánni, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn, men tað fer at broytast, áðrenn dystin í kvøld.
Áðrenn vit koma til veðrið i kvøld, taka vit veðrið restina av fyrrapartin og seinnapartin eisini.
Fram til middags fer at vera turrari og eitt sindur klárari, men vindferðin og ættin fara at vera tey somu: 3 til 8 m/s av útnyrðingi.
Seinnapartin fer vindurin at minka, og sum frá líður fer hann at mala av ymsum ættum. Ta løtuna er bert eitt lítið lot, minni enn 4 m/s. Ein tíma fyri dystarbyrjan fer ættin í landnyrðing, og ein løtu seinni fer vindurin spakuliga at veksa.
Tá ið dystur byrjar í kvøld klokkan 19.00 á Dungasandi í Sørvági millum 07 Vestur og KÍ, er eitt lítið lot av landnyrðingi, minni enn 5 m/s. Lotið fer diagonalt eftir vøllinum úr horninum næst kirkjuni. Undir dystinum fer vindurin at veksa upp í 3 til 8 m/s. Vindurin fer tí ikki at ávirka dystin nakað serligt.
Hyggja vit eftir skýloftinum, so er tað samdrigið allan dystin – fyri tað mesta høgtliggjandi skýggj, men eisini hann væntast onkur kloddi um fjallatopparnar. Av avfalli verður lítið, tí landnyrðingur er roknaður sum ein turr ætt í Sørvági – kanska turt allan dystin . . . Hitin fer at liggja um 11 stig.
Hvussu er ella ikki, so er tað altíð eitt gott hugskot at lata seg væl í á heystardegi.
So er bara eftir at ynskja okkum ein góðan dyst – og KOYR Á KÍ.