Lýsing
Lýsing
Lýsing

Brekumboðið farið til verka

SKRIVAÐ: Almanna- og mentamálaráðið  |  07.10.2025 - 19:28 Tíðindaskriv

Eilif Magnusson Arge, brekumboð hevur í dag hitt Eirik í Jákupsstovu, landsstýrismann í almannamálum.

 

Brekumboðið hevði sín fyrsta starvsdag 1. oktober, og er nú so smátt farið til verka. Báðir partar fegnast um, at arbeiðið nú er farið í gongd, og nýtti landsstýrismaðurin høvi til at ynskja Brekumboðnum blíðan byr við týdningarmikla starvinum.

Endamálið hjá Brekumboðnum er at verja og fremja rættindi og áhugamál hjá fólki við breki og teirra avvarðandi kring alt landið. Við hesum er tikið eitt týdningarmikið stig fram á leið í arbeiðinum at tryggja, at fólk við breki kunnu liva eitt sjálvstøðugt, virðiligt og virkið lív á jøvnum føti við onnur.

Brekumboðið er at hitta á:
Teldupostur: brekumbod@brekumbod.fo 
Telefon: 401400

Ein av fyrstu uppgávunum hjá Brekumboðnum verður at menna eina heimasíðu fyri Brekumboðið og at gera skrivstovuhølini á Klaksvíksvegi 77 í  Klaksvík klár til nýtslu. Tá heimasíðan verður tøk, verður kunnað nærri um innihald og møguleikar á síðuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Salamiferðin hjá Trump - nú Europa er bl…
Portørar­nir frá KS vitja 4. flokk
Fiasko úr enda í annan
Fiasko úr enda í annan
Viðareiðis­tunnilin letur upp aftur í dag…
Ljós í myrkri
Jóla luksus loppir í Badminton­høllini
Starvs­venjing á Veðurstovuni
Nývaldu kirkju­ráð­ini virkin
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku
Ávegis, men í skeiva ætt
Veðrið um vikuskiftið
Einar´s Single Malt Whisky - Tóra Sigmun…
Lockheed Martin veitir loftávaringarrada…
Myndarøð: Jólahald hjá KBI
Nú er jólatíð