Lýsing
Lýsing
Lýsing
Trump tók fram kenda versi úr Evangeliið eftir Matteus - Sæl eru tey, sum fáa frið í lag. (kap 5, vers 9.)

Hamas góðtekur friðarætlanina hjá Trump, sum endar tvey ára kríggi í Gaza og førir gíslarnar heim aftur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.10.2025 - 07:10 Politikkur Tíðindi

Trump sipaði til Bíbliuna, tá hann kunngjørdi nýggju friðaravtaluna

 


Hamas hevur góðkent eina friðaravtalu, sum Donald Trump hevur arbeitt fyri, við tí endamáli at steðga krígnum í Gaza og fáa gíslarnar heim aftur – tvey ár eftir at yvirgangsfelagsskapurin leyp á Ísrael tann 7. oktober 2023.

Hetta álopið førdi ikki einans til blóðugasta dagin fyri jødar síðani Holocaust, men eisini til eitt álvarsamt kríggj og eina humanitera kreppu um alla Gaza-strondina.

Trump kunngjørdi avtaluina mikudagin á Truth Social:

"Eg eri sera errin av at kunna boða frá, at Ísrael og Hamas hava góðkent fyrsta stig av friðarætlan okkara. Hetta merkir, at ALLIR gíslarnir skjótt verða leyslatnir, og at Ísrael fer at taka herdeildir sínar aftur til eina frammanundan avtalaða linju sum fyrstu stigini móti einum Sterkum, Varandi og Ævigum Friði. Allir partar verða viðfarnir rættvíst! Hetta er ein STÓRUR dagur fyri arabiska og muslimska heimin, Ísrael, øll grannalond og fyri STÁTIR Í AMERIKA. Vit takka miðlunum úr Katar, Egyptalandi og Turkalandi, sum samstarvaðu við okkum fyri at fáa hesa søguligu og einastandandi hending at gerast veruleiki. ‘SÆL ERU TEY, SUM FÁA FRIÐ Í LAG’"


 
 
 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag
Jákup E. Petersen settur í embæti á Tvør…
Stórt Tunnilsblað í gerð
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
Upptakt: AB-KÍ
Sandoy Hálvmaraton er so nógv meira enn…
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…