Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nikotin- og tubbaksráðstevna

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  09.10.2025 - 14:20 Tíðindaskriv

Nikotin- & tubbaksráðstevna verður hósdagin 23. oktober kl. 9.00-12.00 í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn. Fyriskiparar eru Heilsustýrið og Fróðskaparsetur Føroya. Tiltakið er alment og ókeypis, men tilmelding krevst á atgongumerki.fo

 

 

Aðalmálið við ráðstevnuni er, at eingin skal verða krøktur av nikotini og at fyribyrgja, at børn og ung tendra sína fyrstu sigarett. Gerst tú bundin av nikotini, eru sannlíkindini fyri, at tú eisini gerst roykjari, nógv størri.

 

Ráðstevnan vendir sær til politisku skipanina, myndugleikar, fólkaskúlar, miðnám, leiðslur, aðalráð, ítróttafeløg, handilsvinnu og stovnar. Málbólkurin er eisini øll, ið vilja vita meira um vansarnar við nikotini og tubbaki, og sum arbeiða fyri einum nikotin- og tubbaksfríum Føroyum.

 

Høvuðsrøðari er Charlotta Pisinger, professari í nikotin- og tubbaksfyribyrging, sum í áravís hevur verið ein ótroyttilig serfrøðingarødd innan økið.

 

Innihaldið á ráðstevnuni er fjølbroytt, og vit fara millum annað at hoyra um, hvørjar tubbaks- og nikotinvørur eru á marknaðinum, hví nýggju nikotinvørurnar eru ein trupulleiki, innflutningsmynstur í Føroyum, hvønn leiklut tubbaks- og nikotinídnaðurin hevur, og á hvønn hátt tey ungu ávirkast av nýggju nikotinvørunum. Eisini hoyra vit um fyribyrgjandi átøk, sum virka í øðrum londum, og hvussu tubbaks- og nikotinídnaðurin roynir at svara aftur. Harafturat hoyra vit um, hvussu vit bygnaðarliga kunnu hjálpa teimum sera krøktu ungu úr sínum nikotinbundinskapi.

 

Skrá

Kl. 09.00 Vælkomin, May-Britt Skoradal, varadekanur á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, Fróðskaparsetur Føroya & Noomi Gregersen, PhD, leiðari, Heilsustýrið

Kl. 09.05 Setan, Súsanna Bertholdsen, landstýriskvinna í heilsumálum

Kl. 09.10 Tað smakkar av bommi, men oyðileggur barnaheilan, Charlotta Pisinger, professari í tubbaks- og nikotinfyrbyrging, Center for Klinisk Forskning og Forebyggelse á Bispebjerg-Frederiksberg Universitetshospital.

Kl. 09.50 Innflutningur, rák og snúsvanar millum ung, Snorri Patursson, fólkaheilsusamskipari, Heilsustýrið

Kl. 10.05 Nikotin- og tubbaksnýtsla millum skúlanæmingar - ein løtumynd, Daisy Iversen, SSP- ráðgevi, Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi

Kl. 10.20 Steðgur & netverkan

Kl. 10.40 Nikotin- & tubbaksorðaskifti, breitt umboðandi panel.

Kl. 11.20 Tað er nógv, sum vit kunnu gera – saman, Charlotta Pisinger, professari í tubbaks- og nikotinfyrbyrging, Center for Klinisk Forskning og Forebyggelse á Bispebjerg-Frederiksberg Universitetshospital.

Kl. 12.00 Takk fyri í dag

Orðstýrari er Óluva Zachariasen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Salamiferðin hjá Trump - nú Europa er bl…
Portørar­nir frá KS vitja 4. flokk
Fiasko úr enda í annan
Fiasko úr enda í annan
Viðareiðis­tunnilin letur upp aftur í dag…
Ljós í myrkri
Jóla luksus loppir í Badminton­høllini
Starvs­venjing á Veðurstovuni
Nývaldu kirkju­ráð­ini virkin
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku
Ávegis, men í skeiva ætt
Veðrið um vikuskiftið
Einar´s Single Malt Whisky - Tóra Sigmun…
Lockheed Martin veitir loftávaringarrada…
Myndarøð: Jólahald hjá KBI
Nú er jólatíð
Mimmy: - Lítla Brekka var eitt paradís