Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vónbjørt Vang er fyrsta føroyska kvinnan at vinna bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins. | Mynd: Facebook-vangin Vónbjørt Vang Writer

Vónbjørt Vang vunnið bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.10.2025 - 14:54 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir

Fyri fyrstu ferð síðani 1986 hevur ein føroyingur vunnið bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Tað er yrkingasavnið "Svørt orkidé" eftir Vónbjørt Vang, ið hevur vunnið. Vónbjørt hevur sterkar røtur í Norðoyggjum.

Áður hava William Heinesen og Rói Patursson vunnið bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins; William fyri Det Gode Håb í 1965 og Rói fyri Líkasum í 1986. Líkasum er, eins og Svørt orkidé, eitt yrkingasavn. Av føroyingum hava bert hesi trý – William, Rói og Vónbjørt – vunnið hesa virðisløn, og Vónbjørt Vang er fyrsta føroyskan kvinnan at vinna heiðurin.

Svørt orkidé er tó ikki bert eitt yrkingasavn, tí savnið inniheldur umframt yrkingar sitat, brot úr dagbókum og samansettar myndir. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í nærveru fígginda mína - Nýggj bók
John í Skemmuni talar í Betesda í kvøld
Skrúvuguds­tænasta í kvøld
Mjølnir - Fleyr í kvøld
Koyrandi í Kalsoynna um 8 ár
Framskák letur deild upp í Klaksvík
Aftur í ár verður vælumtókta føstulávint…
Fyrr smíðaðu teir útróðrarbátar í Klaksv…
TSK: Full kokkaútbúgving í Føroyum
Alment tiltak um skiljing av ull
Fakfeløg­ini eru hornasteinu­rin í einum s…
Skaale, Vad og Brandenborg í Varpinum
Fyrsta heyst­skeiðið á Rótini liðugt
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu
Tær fýra árstíðir­nar – Vivaldi
Treysti setti dám á ársins fyrsta hálvma…
Á ferð til ferðsludagar
Almenn lýsing eftir uppskotum til limir…
Søk um mentan­arstuðul
Umhvørvisgóðkenning til oljugoymslu hjá…