Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Qverty AS

Jóannes Bjartalíð skal hava nýtt felag

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  03.11.2025 - 20:40 Ítrottur Tíðindi

Fredrikstad boðar í dag frá, at Jóannes Bjartalíð heldur ikki fram í felagnum, tá sáttmálin gongur út seinni í ár.

Jóannes hevur spælt trý ár við norska felagnum, har tað serliga gekk væl fyrsta árið, tá hann var ársins leikari við uppflytarunum. Tey bæði seinnu árini hava verið merkt av skaðum, men í fjør spældi hann steypafinaluna, sum Fredrikstad vann á Molde. 

Í summar skrivaði Norðlýsið, at søgur sendu Jóannes til KÍ. Men hóast samband hevði verið millum partarnar, so var hetta ongantíð uppá tal, sum Jóannes eisini viðmerkti seinni.

Sum skilst bendur nógv á, at Jóannes Bjartalíð fer at halda fram at spæla uttanlands, og tí verður barndómsfelagið ikki hansara komandi felag.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu
Syngja jólini inn í Skálafirði
Fráfaringaraldu­rin tikin burtur
Fleiri fráboða­nir um hóttanir í vikuskif…
Hjartagáva til børn
Kommunur­nar mugu fyrireika seg, at yvirt…
Røða hjá Hallgerð Akurstein
Yngra skúlakórið í Christians­kirkjuni
Grandma's Basement við nýggjum jólasangi
Menning og framleiðsla av fiskavørum
Fleiri og fleiri danir velja at undirvís…
Inner Wheel á Luksus Loppum
Badminton: Føroyingar gera um seg í Danm…
Jólatræið í Svínoy tendrað
Mjølnir á heimavølli
Klaksvík­ingur til ÍF
Team Klaksvík á heimavølli í dag
Jóla­eingilin, sum flutti seg av sær sjál…
Julian Gregersen hevur sett eitt knúsand…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…