Lýsing
Lýsing
Lýsing

Varpið: LIVANDI TÓNLEIKUR VIÐ KIM HANSEN OG JENS MARNA

SKRIVAÐ: Varpið / Hjarnar  |  04.11.2025 - 15:08 Mentan Tíðindi

Fríggjakvøldið eftir stórslignu heiðurskonsertina við Hjarnar, verður livandi tónleikur í forsalinum í Varpinum.

Stóra heiðurskonsertin nærkast, og Kim Hansen og Jens Marni Hansen eru væl upplagdir. Teir fara báðir at luttaka á sjálvari heiðurskonsertini, har teir fara at tulka tvey løg hjá Hjarnar. Men umframt tað, so fara teir eisini at spæla live tónleik í forsalinum í Varpinum aftaná konsertina.

Møguleiki verður fyri at njóta góða tónleikin frá teimum báðum, og dyrnar lata upp kl. 23:00, og teir byrja at spæla um midnáttarleitið.

Ókeypis atgongd er til live tónleikin í forsalinum og øll eru vælkomin.

Kim Hansen
Hann er kendur sum ein av nútíðar bestu tónleikarum, og fyrst í komandi ári skal hann framføra stórsligna konsert
saman við Føroya Symfoniorkestur.

Kim er ótrúligur sangari og klaverleikari, og hevur rúnabundið óteljandi mannamúgvur við fangandi føroyskum hittum, sum eru vorðin fólkaogn.

Jens Marni Hansen
Við sínari sereyðkendu rokk rødd hevur hann ferðast land og ríki runt við óteljandi hittum. Hann hevur hitað upp fyri Bon Jovi og hevur eisini vunnið Planet Awards, fyri besti sangari bæði í 2010 og 2008.

Hóast hann gjøgnum árini hevur verið við í bólkum sum Kjølar, All That Rain og Showmenn, er hann best kendur sum einstaklingur og ein av føroya bestu rokkarum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvar er harmonikan Martin?
Hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðge…
Samtykkið ikki hesa málspilluna!
Vinn eitt atgongumerki til Summar­festiva…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Grøv nr 13 í Lutherkirku í Keypmannahavn
Broyting í innsavningin hjá IRF
Sira vitja Norðlýsið
Eiðisløta í Hólmahúsinum
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald